Fiskivinna
Vanligt er, at menn gleða seg til at koma heim, og tað gera teir 38 menninir eisini umborð á Sundabergi. Skipið kemur á Klaksvík í nátt við 760 tonsum av flaki. Tó skilst á monnum, sum eru við skipinum, at hýrurin er ikki betri enn góður.
Seinastu tíðina hevur nevniliga verið graml um, at Sundaberg kanska verður seldur, og áhugaðir keyparar hava eisini verið umborð, tá skipið hevur verið inni í Noregi.
Hanus Hansen, reiðari, hevur áður sagt, at skipið í øllum førum ikki verður selt nú.
Í stuttari samrøðu við Sosialin í morgun sigur reiðarin, at eingin avtala er gjørd um sølu av skipinum, og at manningin ikki er søgd úr starvi.
- Tað er einki nýtt í tí málinum, leggur hann aftrat.
Skálaberg at sigla
Hanus Hansen veit at siga, at Skálaberg, ið hevur umleið somu nøgd av flaki sum Sundaberg, væntandi fer at sigla um eina viku ella 10 dagar.
Bæði skipini fóru úr Føroyum 3. januar í ár.
- Tá Skálaberg kemur heimaftur og hevur lagt veiðina upp, fara teir á kongafiskaveiði, leggur reiðarin aftrat.
Sum skilst, er ikki greitt, hvat Sundaberg, sum er liðugur við sína kvotu í norskum sjógvi, nú fer at gera.
Spældu puss
Bæði Sundaberg og Skálaberg byrjaðu hendan túrin í norskum sjógvi, men tá stýgur kom í samráðingarnar millum Føroyar og Noreg um býtið av eyka makrelkvotuni norðanfyri, vórðu føroysku verksmiðjutrolararnir riknir úr norskum sjógvi og fóru í gráu leiðina at royna.
Tá so trætan landanna millum umsíðir loysnaði við tað, at Føroyar lótu norðmonnum allan makrelin, teir vildu hava, fóru skipini aftur í norskan sjógv at royna.
Fiskiskapurin hjá føroysku verksmiðjutrolarunum í gráu leiðini gjørdist góður, sum tíðin leið, og tá avtalan við norðmenn kom upp á pláss, høvdu skipini rokfiskiskap.
Skipari á Sundabergi er Brandur Joensen úr Miðvági.