- Tað er mannminkandi nú at fara danir um at hækka ríkisveitingina til Føroyar aftur.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Nú fer landsstýrið undir at fyrireika eitt upplegg til samráðingar, sum vera við donsku stjórnina seinni í ár um ríkisveitingina tey næstu árini.
Landsstýrismaðurin væntar, at tær samráðingarnar verða seinni í summar ella í heyst.
Í hesum sambandi hava góð ráð ikki trotið og tað hava serliga verið sambandsmenn, sum hava mælt landsstýrinum til at hækka blokkin aftur.
Blokkurin hevur verið fastfrystur síðani 2002. Tað merkir, at hann er ikki hækkaður hesa tíðina, hóast prísirnir eru uppfarnir.
Og nú føroyski búskapurin er í kreppu, hevur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, mælt landsstýrinum til at samráðast við danir um at tiðna blokkin aftur. Síðani hevur Jaspur Vang, løgtingsmaður, eisini heitt á landsstýrið um tað sama, men hann heldur, at meirinntøkan skal brúkast til at sanera kommunuskuldina við.
Kanna allar møguleikar
Jóannes Eidesgaard sigur, at nú samráðingar skulu vera um blokkin, verða allur møguleikar kannaðir og vigaðir í samgongini, eisini møguleikin at tiðna blokkin aftur, so at ríkisveitingin hækkar.
- So fer bara tíðin at vísa, hvat endaliga niðurstøðan verður, leggur hann afturat.
Kortini ásannar hann, at eftir samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær sum mál at minka blokkin, so hvørt sum búskapurin veksur.
Hann ásannar eisini, at tað stendur onki í samgonguskjalinum um tann møguleikan at hækka blokkin aftur.
Skomm
Men skal Jóannes Eidesgaard siga sína egnu hugsan, so smakkar tað honum rættiliga illa at tosa um tann møguleikan at hækka ríkisveitingina aftur.
- Eg haldi, at tað mannminkandi at biðja um hægri ríkisveiting, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
- Eg haldi, at teir trupulleikar, vit eru í, eiga vit at klára sjálvir, uttan at biðja um hægri ríkisveiting. Vit skulu heldur ikki gloyma, at danski búskapurin hevur tað heldur ikki gott, so at fara til teirra at biðja um hægri ríkisveiting, hóvar mær ógvuliga illa sigur Jóannes Eidesgaard.
- Eg haldi, at hetta er at bíta høvdið av allari skomm, leggur hann afturat.
Hann heldur eisini, at hetta hevði verið eitt afturstig, tí tað hevði verið eitt stig burtur frá einum sjálvberandi búskapi.
Hann hevur eisini merkt sær, at hann er ikki einsamallur í samgonguni um hetta sjónarmiðið.
- Tað eru eisini aðrir politikarar í samgonguni, sum halda lítið um tann møguleikan at hækka ríkisveitingina aftur, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Kortini endurtekur hann, at hetta er ein spurningur, sum er til politiska viðgerð í landsstýrinum í løtuni og enn dugir hann onki at siga um úrslitið.
¬¬¬¬