Manslandsliðið heiðurliga byrjan

Januar

Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum byrjar árið við landsdystum móti trimum tjóðum, og móti Sveis er um reppið, at Føroyar skapa eina sensatión

 

3. januar

Árið byrjar við lutakasti um hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini. Hjá kvinnum hittast VÍf-Neistin og Stjørnan-VB. Hjá monnum eru tað VÍF-Kyndil og Neistin-StÍF.


4. januar

Riggað verður til hondbóltslandsdyst. Rumenia kemur á vitjan. Daniel Rápa, sum sjálvur hevur leikt saman við fleiri av rumensku leikarunum, sigur, at rumenar eru í ferð við at byggja nýtt lið upp, men at teir ivaleyst verða ein stórur biti hjá føroyingum.


5. januar

Landsliðsvenjarin, Palli Joensen, sigur seg kenna lítið til komandi mótstøðuliðið, men heldur, at tað eisini kann verða til okkara fyrimun, at rumenar kenna eins lítið til okkum.

Áki Olsen er annars ivasamur til dystin, meðan Bjarni Wardum er vónbrotin um, at hann í evstu løtu er sáldaður frá hópinum.


6. januar

VB vninur uttan stórvegis hóvasták útidystin móti Sóljuni í bestu kvinnudeildini.

Í talvi ger John Arni Nielsen vart við seg, tá hann í sterkari kapping í Keypmannahavn fær javnelik móti amerikonskum stórmeistara.


9. januar

Hondbóltslandsdystir vórðu leiktir móti Rumenia um vikuskiftið. Rumenia vinnur báðar, 36-23 og 27-16, men samanlagda niðurstøðan er tó, at føroyska avrikið var heiðurligt. Eisini landsliðsvenjarin, Palli Joensen, er nøgdur, hóast okkurt sjálvandi kann betrast til komandi vikuskifti, tá Sveis kemur á vitjan.

Menninir hjá ÍF og kvinnurnar hjá Mjølni tyggja sær luttøku í steypafinaluni, tá tey vinna Mjølnir-kappingina í flogbólti.

FSF boðar frá, at árliga fundurin við feløgini verður hildin 20. januar

Pauli Jarnskor fer komandi kappingarári at venja ÍF, sum skal royna at vinna sessin í 1. deild aftur.

Í EB/Streymi gera tey av, at Bergur Magnussen eisini verður venjari, nú felagið skal royna seg bestu fótbóltsdeildini.

Eisini í Vági verður hugsað um fótbólt. Her hevur Marek Wierzbicki gjørt avtalu við VB fyri komandi árið.

Fótbóltslandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til árið, og Allan Simonsen hevur tikið 20 mans út til fyrstu venjingarnar.

Tjaldur hevur fingið samband við tveir útlendskar leikarar afturat, sum skulu styrkja um bæði hondbóltsliðini, og koma hesi væntandi til Føroya en av fyrstu døgunum.

Klaksvíkingar vinna stórsigur á Havnini í talvlandskappingini, og eru nú saman við kollfirðingum á odda í bestu deildin.

Kendi danski ítróttaskrivarin, Per Høyer Hansen, doyr. Hann gjørdist 59 ára gamal.

Hondbóltskvinnurnar hjá VB enda eina strævna hondbóltsviku, tá tær vinna útidystin ímóti Neistanum.


10. januar

B36 hevur gjørt avtalu við Andrzej Pacek, um at pólendingurin skal spæla við árstalsfelagnum komandi kappingarárið.

Neistin styrkir um mansliðið. Danin, Rune Møller, er komin til landið, og skal spæla við liðnum í vár.


11. januar

Í viðtali við Sosialin sigur nýggi formaðurin í fótbóltsnevndini hjá KÍ, Karl Birgir Isaksen, at tað í størri mun verður áhugin, og í minni mun pengar, sum skulu vera drívmegin hjá KÍ.

Venjaraspurningurin hjá kyndilskvinnunum verður endaliga avgreiddur. Lotte Sørensen hevur áður verið upp á tal, og nú er so avgjørt, at hon verður leikandi venjari.

Á svenskari heimasíðu kann lesast, hvørjar leikarar Allan Simonsen hevur tikið út til landsdystin móti Svøríki. Eisini hóast fyrstu landsliðsvenjingarnar enn ikki hava verið. Allan Simonsen sigur tó, at listin hjá svium als ikki er nøkur endalig úttøka.


12. januar

HB hevur havt aðalfund. Ársúrslitið var eitt hall upp á 200.000 kr., men hetta er á leið tað, sum roknað varð við, sigur leiðslan. Gunnar Mohr gevst annars sum formaður, meðan Birgir Enghamar verður nýggjur formaður.

Hondbóltslandsliðið riggar til dystirnar ímóti Sveis, sum við ósigri fyri Litava er komið illa frá byrjanini í undankappingini.


13. januar

ÍF vinnur bæði mans- og kvinnudystin í flogbólti, tá fuglfirðingar vitjað hjá Fleyr, og hjá monnunum líkjast fuglfirðingar nú spakuiliga einum avbjóðara til Mjølnir.


16. januar

Føroyska hondbóltslandsliðið spældir ein branddyst, tá teir tapa tepurt, 24-27, fyri Sveis í landsdystinum leygardagin. Hetta kostar tó nógvar kreftir, og Sveis vinnur stórsigur, 35-18, í seinna dystinum.

Í flogbóltinum er mest sum komið á mál í grundspælinum, har bert ein dystur restar hjá monnum. Mjølnir er annars greitt á odda hjá monnunum, eftir at teir søktu Fram um vikuskiftið. Hjá kvinnum er Mjølnir somuleiðis á odda, men her í harðari kapping við Drátt.

Stjørnan er í Vági til dyst móti VB, men trý korter undan dystinum vita tær framvegis ikki, um nýggi leikarin, Simona Dziugyte, kann spæla við. Spæliloyvið verður tó útflyggjað í evstu løtu, men VB vinnur kortini dystin við fimm málum. Kvinnurnar hjá VÍF vinna seinata dystin í grundspælinum, og hava fult stigatal, nú farið verður undir endaspælið.

Í Talvkappingini er Klaksvíkin nú á odda. Teir vunnu greitt móti Vestmanna, samstundis sum kollfirðingar taptu fyri Havnini


17. januar

Tað tykist sannlíkt, at steypafinalan í fótbólti skal spælast á ólavsøku, men fyrst skal spurningurin viðgerðast á fundinum millum FSF og feløgini, sum verður um vikuskifitð.

Komandi kappingarár verða nýggjar reglur settar í gildi í hondbóltskappingini.

Herfølge hevur selt áleyparan, Thomas Christensen, til eitt týskt felag.


20. januar

Í Klaksvík vinnur VÍF oddadystin í kvinnuhondbólti móti Stjørnuni. Undirhaldandi dysturin endar 24-19 til vestmenningarnar, sum nú hava sett mest sum beina kós móti gullmerkjunum.


23. januar

UEFA boðar frá, at nýggj krøv verða sett teimum, sum ætla at luttaka í europeisku fótbóltskappingunum. Verða krøvini ikki linkað, tá talan er um smærri lond, er føroyska luttøkan í hesum í álvasligum vanda.

Mansliðið í hondbólti spælir seinastu dystirnar í hesum umfarinum. Litava vinnur ávíkavist 25-17 og 19-21. Litavar vinna við hesum undankappingarbólkin, og spælið, sum teir sýndu, var avgjørt eisini tað besta, sum vit vóru vitni til í hesum umfarinum.

Í flogbóltskappingini er bert ein dystur á skránni, tá Fleyr vinnur mansdystin ímóti SÍ.

Jákup Mikkelsen avsannar, at hann er ávegis til FCK, so sum tað annars hevur verið skrivað. Hann sigur søguna vera gott dømi um, hvussu søgur kunnu blíva til í fjølmiðlaheiminum.

Havnion nærkast Klaksvíkini í talvkappingini, har tað nú eru tvey stig á muni í oddinum.

VB vinnur báðar sínar dystir í kvinnuhondbólti um vikuskiftið, og hava sostatt fingið eina góða byrjan upp á endaspælið.


24. januar

Jákup Mikkelsen hevur saman við málmansvenjaranum hjá Herfølge skeið fyri føroyskum venjarum.


25. januar

Julian Johnsson hevur brotið beinið. Hann er tí ikki við á landsliðsferðini til Svøríki, og er ivasamur til dystirnar móti Luksemburg og Sveis.


26. januar

StÍF vinnur trygt á Neistnaum, og hevur mest sum annan fótin í steypafinaluni hjá monnum. Har verður VÍF eftir øllum at døma mótstøðuliðið, eftir at teir vundu burtur úr Kyndli.

Hjá kvinnunum vinnur VÍF tepurt á Neistanum, sum aftur hevur Katrin á Neystabø á liðnum.


30. januar

Súni Olsen er nýggi maðurin í landsliðshópinum, sum Allan Simonsen hevur tikið út til landsdystin ímóti Svøríki.

Mjølnir-kvinnurnar vinna oddadystin móti Drátti, og tykjast nú at luka gull.

Í hondbóltinum minkar spenningurin, eftir at Stjørnan vinnur á VB í Vági.

Herfølge sigur seg nú vilja selja Jákup Mikkelsen. Pengar skulu í kassan sigst úr Danmark.


31. januar

Føroyska U-21 landsliðið í hondbólti fyrireikar seg til undankappingina, sum verður í Eysturríki.