Manslandsliðið til EM-undankapping

Mikudagin 3. august seta Føroyar sjøtul á nýtt tíðarskeið í føroyskum landsliðsflogbólti, tá A-landsliðið hjá monnum fer at spæla ímóti Belgia í EM-undankappingardysti um sæti í EM-endaspælinum 2023.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskt A-landslið er við í kapping, sum evropeiska flogbóltssamgongan, CEV, skipar fyri, við undantaki av smálandakappingunum, sum ein undirdeild hjá CEV stílar fyri.

 

Í undankappingini møta Føroyar tó ikki teimum allar sterkastu liðunum, tí átta tey bestu frá EM-endaspælinum í 2021 eru sjálvskrivað í endaspælinum 2023 umframt tey fýra vertslondini.

 

Eftir eru so 25 lond, sum fara at kappast um hini 12 plássini í endaspælinum. Tey londini eru býtt upp í sjey bólkar, har spælt verður úti og heima, og vinnarin av bólkunum saman við teimum fimm bestu tvey’arunum vinna sær sæti í endaspælinum.

 

Eftir lutakast komu Føroyar í bólk C saman við Belgia og Estlandi. Upprunaliga skuldi eisini Ísrael vera í bólkinum, men kríggj ger, at Ukraina ikki kann hýsa kappingini sum ætlað, og tí hevur Ísrael fingið ta uppgávuna og skal tí ikki spæla undankappingardystir.

 

Sterk mótstøða

Belgia er styrkismett sum nr. 14 í Evropa og var við í seinasta EM-endaspælinum í 2021, men kom ikki víðari úr bólkaspælinum. Teirra einasti sigur í teimum fimm dystunum var ein 3-0 sigur á Grikkalandi, men hevði Belgia vunnið 3-2 á Portugal ístaðin fyri at tapa 3-2, so var tað Belgia sum kom í áttandapartsfinalurnar ístaðin fyri Portugal.

 

Eisini Estland var við í EM-endaspælinum seinast – hetta tí landið (saman við Póllandi, Tjekkia og Finnlandi) var vertur fyri kappingini. Estar fingu 3 stig í kappingini fyri at vinna 3-2 á Slovakia og tapa 3-2 fyri Kroatia. Estland er annars styrkismett sum nr. 23 í Evropa. Til samanberingar eru Føroyar styrkismettar sum nr. 43 av teimum 56 limalondunum í CEV.

 

Hóast Belgia (14) er styrkismett nakað hægri enn Estland (23), so hevur Estland vunnið teir báðar seinastu dystirnar teirra millum.

 

Stórt tak

Tað er ikki bara ítróttaliga avbjóðingin, sum er stór, tí fíggjarliga er tað eisini stríggið við nógvum ferðaútreiðslum. Haraftrat eru umfatandi teknisk krøv frá CEV til heimadystirnar; ikki minst til sjónvarping.

 

CEV hevur tó givið Føroyum undantaksloyvi at nýta høllina á Hálsi á hesum sinni, hóast hon ikki lýkur neyðugu krøvini; hetta tí útlit eru fyri, at vit frá 2024/2025 kunnu leika í Føroya Arena.

 

Dystarskráin – menn, bólkur C:

3/8-22 kl. 19.00: Belgia – Føroyar

10/8-22 kl. 19.00: Føroyar – Estland

13/8-22 kl. 16.00: Estland – Føroyar

21/8-22 kl. 17.00: Føroyar – Belgia


Høvuðsvenjarin, Jens Bang, og hjálparvenjararnir, Boban Ilic og Chistian Imhoff, hava tikið út hesar leikarar til fyrsta dystin hjá monnum:

 

Stefan Rosenlund, Mjølnir

Bjarni Joensen, SÍ

Filip Illic, ÍF

Mathias N Isaksen, Fleyr

Thorvald Danielsen ( liðformaður), Mjølnir

Aslakur Holm, ÍF

Tróndur H. Hansen, Amager Volley

Trygvi á Brekkukletti, Ternan

Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir

Teitur Eliasen, ÍF

Silas Poulsen, SÍ

Niels Niclasen, Fleyr

 

Føroyska ferðalagið fer til Danmarkar við Atlantic Airways týsmorgunin og so víðari til Brússel seinnapartin og síðani við bussi til Beveren, har dysturin verður leiktur.

 

Føroyska kvinnulandsliðið fer eisini at spæla í EM-undankappingini; teirra kapping byrjar 21. august.