Margit Magnusdóttir til NSÍ

Betri deildin kvinnur: NSÍ leggur afturat hópinum til komandi kappingarár

NSÍ hevur í dag kunngjørt, at Margit Magnusdóttir verður partur av Betri deildar hópinum hjá kvinnunum komandi ár.

 

- Tað er við gleði, at vit í dag kunnu kunngerða, at Margit Magnusdóttir spælir við NSÍ komandi kappingarár. Margit byrjaði at spæla við MB, og seinni við 07 Vestur. Eisini hevur hon spælt við B36 í seks ár, skrivar NSÍ.

 

31 ára gamla Margit Magnusdóttir er partur av landsliðshópinum, sum er úttikin til Nations League seinni í mánaðinum. Hon hevur spælt 127 dystir í Betri deildini hjá kvinnum og skora 52 mál. NSÍ hevur eisini fingið Evelin Da Silva Mastropasqu í hópin.