Føroyski málverjin, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagar hennara í EH Aalborg høvdu ryggin móti múrinum, tá tær í dag ferðaðust til Holstebro fyri at spæla annan uppflytingardystin í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
EH Aalborg tapti greitt fyrra uppflytingardystin á heimavølli 20-27 (12-13).
Í kvøld lá munandi betur fyri hjá EH Aalborg, ið vann dystin á útivølli 27-23. Holstebro var omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 11-9 í steðginum. Í seinna hálvleiki fekk EH Aalborg álopsspælið at koyra, og við 18 málum í seinna hálvleiki eydnaðist tað at vinna dystin.
Nú stendur á jøvnum 1-1, og verður triðja og avgerandi uppflytingarfinalan leikt í Nørresundby norðanfyri Ålborg, leygardagin 29. apríl. Vinnarin spælir móti aftasta liðnum í niðurflytingarbólkinum í bestu deildini.