Marglætisferðafólkaskip við kavbátum vitjar Vág

Í morgun klokkan 7.45 legði ferðafólkaskipið Seabourn Venture at í Vágs havn. Talan er um størsta ferðafólkaskipið, sum nakrantíð hevur vitjað Vág.

Í dag vitjar enn eitt ferðafólkaskip Vág. Hesa ferð er tað marglætisskipið Seabourn Venture hjá Seabourn Cruise Line, sum liggur í Vági. Skipið hevur 232 ferðafólk umborð, umframt eina manning, sum telur yvir 200.

 

Flestu ferðafólkini koma úr USA.

 

Ferðafólkini hava verið útferðir bæði fyrrapartin og seinnapartin, har vitjað hevur verið ymsa staðni í Vági, umframt náttúrumerkisstaðir kring Vág og í Suðuroynni.

 

Skipið varð bygt í 2022 og er 172 metrar langt.

 

 

 

Kavbátar umborð

 

Umframt at skipið er størsta ferðafólkaskip, sum nakrantíð hevur vitjað Vág, so er serstakt, at skipið er útgjørt við serstøkum kavbátum til ferðafólkini, Seabourn Passenger Submersibles. Her kunnu tey gjøgnum stór glashválv síggja, hvussu sær út undir vatnskorpuni. 

 

Hesir vóru eisini flotaðir í dag á Vágsfirði. Men teir kavaðu tó ikki, fóru ikki undir, men bátarnir eru soleiðis háttaðir, at meginparturin er undir vatnskorpuni, tá teir verða flotaðir, og so kunnu tey ferðandi gjøgnum glashválvini síggja tað, ið fyriferst undir vatnskorpuni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##