Landsliðsleikarin, Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu í kvøld dyst í bestu donsku hondbóltsdeildini í Aabenraa, beint norðanfyri týska markið. Dysturin var ímóti Sønderjyske.
Sønderjyske vann dystin 30-25. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-11.
Tað gekk tó væl hjá Mariu, ið skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir. Maria legði eisini upp til trý mál hjá liðfeløgunum (assist). Sambært hagtølunum var Maria næstmest effektivi leikarin hjá Horsens. Bestu hagtølini hevði Anette Wirén Larsen, ið skoraði átta mál upp á 10 málroyndir.
Horsens er nummar 11 í deildini við fýra stigum fyri átta dystir. Horsens hevur eitt stig upp til Silkeborg-Voel, ið liggur á áttanda plássinum sum gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Komandi týskvøld klokkan 19 tekur Horsens móti toppliðnum, Herning-Ikast á heimavølli.