Maria Guttesen á Jóansøkufestivalin

Enn eitt spennandi føroyskt navn verður í dag avdúkað á Jóanssøkufestivalinum. Talan er um fløguaktuellur Mariu Guttesen, ið hevur ungu evnaríku Petsi Tvørfoss við sum kórsangara.


Festival summarið
 
Eftir at hava staðið á odda fyri bólkinum Divided Minds seinastu árini, er Maria Guttesen aftur farin sololeiðina, og verður í ár millum nøvnini á Jóansøkufestivalinum, við sær hevur Maria føroysku grand prix hetjuna Petsi Tvørfoss  sum kórsangara.
 
Longu sum 11 ára gomul var Maria við á plátuútgávu, tá Hjørdis og genturnar góvu út plátuna Barnasangir. Síðan tá hevur tónleikur verið hennara eitt og alt, og hon slóð av álvara ígjøgnum við solofløguni Where it all begins í 1994.
 
Fyrr í vikuni koma so seinasta útgávan hjá Mariu, eina soloútgáva sum ber heitið: Maria Guttesen:LIVE. Og tað eru løg av hesari útgávu, sum vera at hoyra á Jóanssøkufestivalinum. Afturat sær hevur Maria Guttesen orðasmiðin Lene Dracmann, ið hevur skrivað flestu tekstirnar á nýggju fløguni.
 
Tað ber ikki til at seta Mariu Guttsen bás sum tónleikara, hon torir at ganga egnar leiðir, og tað vísur nýggja fløgan eisini. Stílurin á Maria Guttesen:LIVE er væl øðrvísi enn hann vit kenna frá Divided Minds og Where it all begins. Á nýggju fløguni fær lurtarin veruliga høvið at hoyra tónleikaligu evnini hjá Mariu, har hon sjálv syngur og spælir flygul, umframt at hon eisini sjálv hevur arrangerað og produserað fløguna.
 
Á Jóansssøkufestivalinum fáa áhoyrararnir høvið at uppliva henda føroyska tónleikaúrmælingin live, við einari vælupplagdari Petsi Tvørfoss sum kórsangarinnu. Og ein livekonsert við Maria Guttesen á Jóanssøkufestivalinum kann ikki vera annað enn krás fyri oyra.
 
Her er nakað av tí, sum tónleikarummælarar hava skrivað um Mariu Guttesen gjøgnum tíðina:
- Spild ikke tiden på at læse: Sus ned til pladepusheren i en fart!
- Der er noget i lydbilledet, som afføder en trang til at folde lyttelapperne ud!
- Maria Guttesen har en lækker, drillende sexet stemme. Fed fornyelse af den danske pop!
- Musikken er så forbandet godt spillet!
- Spændende, intens og lidt edgy lyd, samt Maria Guttesens bemærkelsesværdige vokal.