Maria Therese fransiskanarasystir

Í farnu viku fór systir Maria Therese fyrrv. skúlastjóri í Sankta Frans Skúla um tey áttati.

Á merkisdegnum hjá henni vóru mong inni á gólvinum í Kerit fyri at heilsa hesi blíðu og lívsjáttandi, belgisku fransiskanarasystrini, nunnuni,ið kom til
landið seinast í ´50unum. Lívsskeiðið gjørdist skúlin, Nonnuskúlin, sum hon myndaði í nógv ár sum stjóri og lærari og við tí ábyrgd, sum fylgdi við.

Tað, sum altíð hevur eyðkent systir Mariu Therese, er bæriligi kropsburðurin og myndugleikin, sum stendur um hana. Henda dagin, hon fylti, ásannaði hon, at hon ikki var føroyingur, men hálvur, tí nú hevði hon verið her í hálva øld og vildi halda fram at vera her, so leingi tað at untist henni.

At hugsa sær hetta: genta tekur støðu til at fara frá næstrafólki, vinum, heimlandi og kanska arbeiði við út á heilt annan flóleika og fløtur fyri at halga
lívið til ein gerning, ið ikki eigur at støkka.Hetta umskiftið við mentan, máli og siðalagi er í sjálvum sær ringt at seta seg inní, tí hvar verður hetta sendiboð og tænari sent til? Maria Therese helt seg vera til reiðar og nóg búna til at fara, tá hon bant seg fyri lívið. Málið var at tæna Gudi og sínum medmenniskjum, líka sum Frans úr Assisi gjørdi, hetta at taka allan heimin sum síni systkin.

Hetta støðufasta lyfti royndist væl, kunnu vit øll ásanna, ið hava havt samskifti
við hesa gløggu og mentaðu persónligheitina. Systir Maria Therese hevur skorið
akurin væl, og enn kenna vit ylin av tí, tú legði í tæguna. Tægan var skúlin og karmarnir uttanum.

Tú hevði og hevur enn sum fáur umsorgan fyri tí einstaka næminginum og lærarunum við. Tað veri seg bæði, tá byrurin var góður og tá mótrák tók seg upp. Tað, ið eyðkennir teg, er góðsligheit, ikki minst, tá tú komst inn í skúlastovuna við teimum appelsinlittu umdømunum og um jóltíðir, tá jólakrubban skuldi lutast burtur millum børnini. Altíð fylgdi eitt gott orð við, - tú legði nakað gott niður í næmingarnar, og eg veit, at tú eisini fekk nakað aftur. Sjálv prógvaði tú við vælvaldum orðum á føðingardegnum í Kerit, at valið, tú tókst á ungum árum, kundi ikki verið beinari. "Eg havi ikki gjørt so nógv burtur úr degnum í dag, tað fari eg heldur at gera, tá eg fylli 100!", ja, nakað soleiðis tókst tú til.

Lívskvøldið fer nú at taka við. Tú, ið ert so góð við landið úti í Atlantarhavinum, tær senda vit góðar og heilsberandi kvøður. Takk fyri løturnar, tíðin fór við. Vit hopa, at tú einaferð fert at kenna teg sum heilan føroying. Sum tú sjálv tókst til, verður tað, tá tú fyllir 100. Væl varð farið um hjá tær, um tað var gaddajørð ella ikki, so fekst tú taðað, sáað og vætað!

Góða systir Maria Therese, hjartaliga til lukku og alt gott fatti teg

Poulina Slættanes