VÍF er føroyameistari í hvonndeildini.
Tað er staðfest aftaná 22-17 sigurin hjá vestmannakvinnum á kyndilskvinnum í tí triðju FM-finaluni, ið var leikt í Vestmanna í dag. Í steðginum var VÍF á odda 10-7.
Agnas Olsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Marionnu Holm Jacobsen, ið er tann mest óhepni hondbóltsspælarin í Føroyum við teimum mongu skaðunum, ið hava rakt hana.
Ein rørd Marianna Holm Jacobsen segði í samrøðu við Trónd Arge, at hon umhugsar at gevast við at spæla hondbólt á toppstøði bert 22 ára gomul: - Eg elski at spæla hondbólt, men eg orki ikki at fara ígjøgnum meira pínu við nógvum skaðum, greiðir Marianna frá.
Marianna Holm Jacobsen vónaði, at VÍF fekk eitt brotskast ímóti dystarenda so hon kundi koma inn og taka brotskastið, men tað høvið beyðst ikki.
Marianna Holm Jacobsen sigur, at hon fer at fylgja við VÍF, og hon fer at halda við VÍF, men hon fer ikki at orka at fara inn í eina hondbóltshøll ta fyrstu tíðina sum nú kemur. Saknurin at spæla hondbólt er alt ov stórur.
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran og fimm spælarar hjá VÍF hoyrast HER
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Flemming Raben, venjara og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli hoyrast HER
Hæddarpunkt frá triðju FM-finaluni, ið Tróndur Arge segði frá, og viðmerkingarnar hjá Claus Rasmussen hoyrast HER