Marianna var flúgvandi móti Eysturríki

Marianna G. Eystberg gekk undan við at skjóta 12 mál tá føroysku kvinnurnar sluppu heiðurliga frá dystinum í Eysturríki

Savnsmynd: HSF

Savnsmynd: HSF

Javnleikur 12-12 í seinna hálvleiki í einum 22-26 tapi á útivølli fyri Eysturríki, sum tók lut Í HM-endaspælinum í desember er eitt góðkent avrik hjá føroyska kvinnulandsliðnum í EM-undankappingarbólki 2. 

 

Serliga sterk í myndini stóð Marianna G. Eystberg sum skoraði ikki færri enn 12 mál í útidystinum í Eysturríki. Marianna skoraði átta av málunum í seinna hálvleiki.

 

Tá hann og Heidi Lava Elgeirsdóttir tóku samanum dystin á KVF helt viðmerkjarin, Ingi Olsen fyri, at talan var um eitt betri føroyskt avrik enn í 24-29 (12-15) tapinum á heimavølli farna mikukvøld. 

 

Eysturríki-Føroyar 26-22 (14-10)

 

Toppskjútti Eysturríki: Fabienne Tomassini 5 mál

 

Málskjúttar Føroyar: Marianna G. Eystberg 12, Pernille Brandenburg 3, Turið A. Samuelsen 2, Súna K. Hansen 2, Ingibjørg Olsen 1, Ninna Katrin Johansen 1, Lív B. Zachariassen 1. 

 

Danmark vann fyrr í dag 32-27 (13-10) heimasigur á Rumenia í sama undanbólki.

 

Danmark er oddalið við átta stigum, Eysturríki hevur fimm stig, Rumenia hevur trý stig, og Føroyar eru aftast við ongum stigi. 

 

20. apríl spæla Føroyar heimadyst móti Rumenia. Undankappingin endar við útidysti móti Danmark 23. apríl. 

 

 

 

 

 

Savnsmynd: HSF

Savnsmynd: HSF