Marilyn Manson: Tað verður harðligt!

Í januar varð almannakunngjørt, at Marilyn Manson aftur hevði funnið saman við bassistinum Twiggy Ramirez og tá lovaði Manson, at hesir báðir aftur vildu innspæla saman. Kerrang! sigur nú frá, at Manson er farin í studio saman við Twiggy fyri at spæla sjeyndu fløgu sína inn og hann sigur, at fløgan verður ?náðisleys, tung og harðlig?.

 

Slaver-gittarleikarin Kerry King fer eisini at hjálpa til við nýggju fløguni, har eisini fyrrverandi Smashing Pumpkinlimurin Jaes Iha luttekur.

 

Fløgan verður væntandi liðug á vetri 2008.