Maritimu útbúgvingarnar í Havn skræðast sundur

Sama dag, sum føroyska útbúgvingarskipanin hjá Mentamálaráðnum enn einaferð dumpaði í PISA, kom fram, at landsstýriskvinnan Helena Dam á Neystabø hevur avgjørt umfatandi bygnaðarbroytningar innan allar hægri útbúgvingar í Føroyum.

Tað er gott, at útbúgvingar hjá Vinnuháskúlanum verða uppstigaðar til akademiskar útbúgvingar. Tað er eisini gott, at hesar verða savnaðar undir Fróðskaparsetrinum. Hetta er alt neyðugt, skulu vit menna spinkla akademiska umhvørvið í Føroyum.
Men avgerðin hjá landsstýriskvinnuni um at flyta útbúgvingar hjá Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar er beinleiðis vanlukkulig.
Hetta er sanniliga dýrur prísur at gjalda, har Vinnuháskúlin verður offraður fyri nøkur grundskeið hjá almennu Trygdarmiðstøðini, sum eins væl kundi verið privat.
Hetta er skelkandi, stuttskygt og púra visjónsleyst.
Landsstýriskvinnan talar við tveimum tungum – sum vant
Helena Dam á Neystabø hevur sett sín politiska sess í veð fyri ætlan hennara at savna smáu fólkaskúlarnar kring landið í størri skúlar. Eisini miðnámsskúlarnir skulu savnast í størri deplar. Grundgevingin fyri hesum skilagóðu ætlanum er bæði faklig og fíggjarlig.
Eftir sama leisti hevur leingi verið arbeitt við at savna hægri útbúgvingarnar í Føroyum. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Læraraskúlin eru nú knýtt at Fróðskaparsetrinum sum liður at savna og uppstiga hægri útbúgvingarnar.
Við vaksandi altjóða krøvunum til maritimu útbúgvingarnar hevur leingi verið greitt, at tær skulu uppstigast og fakliga orkan savnast. Samsvarandi hesum fekk landsstýriskvinnan 5. mars 2010 eitt greitt tilmæli, har maritimu útbúgvingarnar skuldu leggjast saman og skipast bygnaðarliga saman við Fróðskaparsetrinum í Tórshavn.
Grundgevingin fyri hesum er, at tað gevur bestu fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnar.
Men nei. Tá um maritimu útbúgvingarnar ræður, venda grundgevingarnar hjá landsstýriskvinnuni knappliga øvugt. Nú skulu hesar útbúgvingar og partar av útbúgvingum partú spjaðast og tægast sundur í allar ættir.
Ikki Havnin, men framtíðin hjá Føroyum
Hetta landsstýrið hevur systematiskt lagt seg eftir at niðurlaga og flyta so nógvar almennar stovnar sum til ber út á bygd. Havnin er stóra trøllið, sum skal berjast niður, tí útjaðarin skal lívgast fyri politiskan løtuvinning.
Vit í Havn góðtaka hetta ikki, tí tann megin, sum skal til fyri at skapa grundarlag fyri fólkavøkstri og búskaparvøkstri í øllum landinum, verður burtur. Og allir møguleikar fyri einum altjóða universiteti í Føroyum, sum kann tryggja eitt viðkomandi og altjóða útbúgvingar- og granskingarumhvørvi, hvørva.
Henda avgerðin fer tí at hava eina røð av negativum og sjálvstyrkandi avleiðingum ikki bert fyri maritimu útbúgvingarnar, men eisini fyri alla menning av hægri útbúgvingum og gransking í Føroyum.
At partar av maritimu útbúgvingunum skulu takast í Klaksvík, aðrir í Havn, fremur als ongan samanhang innan maritima útbúgvingarumhvørvið ella við Fróðskaparsetrið sum setur fyri hægri útbúgvingar yvirhøvur.
Tey lesandi fara hagar, tey fáa bestu útbúgvingina við einum gevandi lestrarumhvørvi, har tey eisini kunnu vinna sær inntøku aftrat til lestrartíðina. Lærararnir og granskararnir fara hagar, teir fáa fakligar avbjóðingar innan fyri sítt fakøkið.
Hetta fær man bara við at savna tey lesandi og lærararnar í stórar eindir og í miðstaðnum. Teir fáu næmingarnir, sum nú eru í Klaksvík, rúmast væl í Vinnuháskúlanum í Havn, og at flutt hesar til Havnar er eisini skynsamasta og bíligasti loysnin.
Avgerðin hjá landsstýriskvinnuni fer tí bert at lækka útbúgvingarstigið, tí úrslitið verður, at vit fáa færri lesandi, sum taka maskinmeistara- og skipsføraraprógv. Hetta merkir, at fakliga grundarlagið undir útbúgving, sum skal lúka altjóða krøv, máast burtur, og tey lesandi, lærararnir og granskararnir flyta av landinum.
Eg skilji tey væl, eg hevði eisini fari av landinum.
Styrk heldur Vinnuháskúlan og Fróðskaparsetrið
Alt hetta kundi landsstýriskvinnan spart Føroyar fyri. Eingin við skili fyri hesum er heldur hoyrdur um avgerðina.
Einasta rætta og framskygda loysnin er, at allar tær maritimu útbúgvingarnar verða savnaðar á Vinnuháskúlanum og við tí Fróðskaparsetrinum í Havn.
Hetta er einasta loysnin, skulu vit yvirhøvur geva okkum nakra vón um at skapa eitt sterkari útbúgvingar- og granskingarstað, sum lýkur altjóða krøv, og sum føroyska samfelagið hevur so alstóran tørv á.
Við vakstrarætlanini hevur Tórshavnar kommunu greitt meldað út fyri landsins myndugleikum, at kommunan satsar stórt uppá júst útbúgving og gransking.
Tað ger landsstýrið eftir øllum at døma ikki.