Marius og Holgar í Perluni

Fríggjakvøldið verður konsert við Marius og Holgar í Perluni í Tórsgøtu í Havn.

Jazzfelagið er , saman við Tutl, farið undir at hava konsertir í Perluni í Havn hvørt fríggjakvøld.

 

Nú fríggjakvøldið verður tað Marius, ið fer á pall, umframt at Holgar Jacobsen eisini fer á pallin. 

 

Holgar hevur í vikuni givið út fløguna Kanska Tú Svav, og óivað verða løg av fløguni at hoyra. Hetta er næsta fløguútgávan, ið Holgar gevur út undir egnum navni.

 

Konsertirnar í Perluni fríggjakvøldið byrja klokkan 21.00.