Um vikuskiftið var Tórshamar Open á breytini hjá Byrsumúla. Tað hevur verið vánaligt veður at skjóta í seinastu dagarnar, og tað burdi undir vanligum umstøðum gjørt umstøðurnar verri at raka.
Soleiðis gekk tó ikki hjá Mariusi F. Joensen. Tí í regni og vindi megnaði hann at seta nýtt føroyskt met, tá hann skjeyt 120 av 125 møguligum dúgvum. Maðurin, sum hann tók metið frá, mann ikki leggja so nógv í tað, tí Marius átti sjálvur metið frammanundan. Tað metið setti hann í 2016, tá hann skjeyt 119 av 125 dúgvum.
Nummar tvey bleiv Tórur Fløtt og nummar trý bleiv Jóhann Fløtt. Allir tríggir umboða Sunda Byrsufelag.