Marius var trífaldur málskjútti

1. DEILD: B36 vann í kvøld dyggan sigur á Tórsvølli ímóti klaksvíkingum

Í kvøld vann B36 trivaligan 4-1 sigur ímóti KÍ.

 

Hálvleiksstøðan var 1-1. Eitt stórt korter var farið, tá ið KÍ legði seg á odda. Málskjútti var Jóhan Josephsen, sum skoraði fyri fimtu ferð í ár. Uppleggið átti Jákup N. Vilhelmsen.

 

B36 var nógv mest á bóltinum, og lítla løtu undan steðginum var javnt. Málið skoraði Marius Árting Allansson, sum Emil Weihe Joensen spældi leysan í høgru. Marius smekkaði til dygst innanfyri brotsteigarsamankomingina í høgru, og bólturin sat dygst úti við stólparótina í mótsatta borðinum.

 

Eftir steðgin var B36 omaná, og sjey minuttir eftir steðgin var Marius Árting Allansson aftur upp á spæl, tá ið hann skoraði til 2-1. Uppleggið átti Mikkel Richardt Mortensen, sum sjey minuttir seinni var málskjútti, tá ið hann økti um munin til 3-1. Tá var tað Rani Berg í Soylu, sum átti uppleggið.

 

KÍ hevði onkran góðan møguleika at minka um munin, men tá ið tíðin var farin tveir minuttir av vanligu leiktíðini var tað Marius Árting Allansson, sum staðfesti hattrikkið og 4-1 heimasigurin. Nú hevur hann skorað fimm mál fyri næstbesta B36 liðið í ár.

 

B36 hevur 10 stig fyri átta dystir, og KÍ hevur 12 stig fyri átta dystir.