Marjun lyftir arvin eftir Alfred

Í samband við, at skrivarin hjá Nes kommunu - Alfred Olsen - eftir heili 36 ár í hesum starvi hevur gjørt av at gevast, hevur Nes kommuna sett Marjun Gaardbo í starv sum nýggjan skrivara.

Marjun kemur úr einum arbeiði sum kundaráðgevi og málsviðgeri á vinnulívsdeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hon hevur starvast hjá tryggingarfelagnum í 25 ár, harav hon var deildarleiðari á deildini í Saltangará í sjey ár.

Nýggi skrivarin er ikki ókend í fyrisitingini í Nes kommunu. Hon sat nevniliga í bygdaráðum í tíðarskeiðnum frá 1. januar 1997 til 31. desember 2004. Seinna valskeiðið var Marjun borgarstjóri í kommununi.

Marjun Gaardbo, sum býr á Toftum, er 61 ára gomul og gift Haldori Gaardbo. Hon byrjar í nýggja starvinum hin 4. februar.

Tað veit Nes kommuna at siga.