Leygardagin varð skipað fyri FM kapping fyri blandað pør í Bridge. Kappingin fór fram í Bridgehúsinum í Havn. Spælt varð barometur kapping og 36 spøl vóru leikt.10 pør høvdu boðað frá luttøku. Tað vóru teir báðir, Rói á Rógvu Joensen og Heðin Mouritsen, ið skipaðu fyri kappingini og gjørdu teir eitt framúr gott arbeiði.
Kappingin var sera spennandi, hóast tey bæði, Súsanna Martinsdóttir og Danny Danielsen, byrjaðu best og lógu á odda stóran part av kappingini. Tað var ikki fyrr enn í síðsta umfarinum, at tað eydnaðist teimum báðum, Marjun Restorff og Arnbjørn Sivertsen at taka fyrstaplássið og vinna kappingina.
Støðan:
1. Marjun Restorff og Arnbjørn Sivertsen
2. Súsanna Martinsdóttir og Danny Danielsen
3. Katrin Jacobsen og Dia Jacobsen
4. Fríðhild Petersen og Bogi Simonsen
5. Kristina Ottarsdóttir og Andras Róin
6. Benadicta Ellingsgaard og Halldor Ellingsgaard
7. Súsanna Dam og Jens Pauli G. Nólsøe
8. Jórun Johannesen og Johannes Skaarup
9. Maria Christiansen og Marner Joensen
10. Ásla Weihe og Hanus Bærentsen
Spæl:
Dia Jacobsen fekk í hesum spælinum nakað at hugsa um, tá ið hann sat við hesari hondini og skuldi taka støðu til, hvat hann skuldi meldað.
Sp B109872
Hj E2
Rú KB854
Kl -
N - E - S - V
Dia
1kl - 1hj
1sp - 5hj - p - p
??
Dia hevði eina sera torføra avgerð, hann kundi velja millum at dobla 5hj ella melda 5sp/6rú. Dia metti 5sp at vera besta boð og fór ein niður.
Tað er umráðandi at hava eina avtalu við makkarin um slíkar sekvensir. Eitt nú, hvat munurin er á dobl og pas frá sunnan. Kjakast kann um hetta á heimasíðuni hjá Føroya Bridge Samband www.bridge.fo.
FM LIÐ
Leygardagin 9. apríl verða tvey tey síðstu umførini í liðkappingini í 1 og 2 deild í bridge leikt. Spælt verður í Sjómansskúlanum í Klaksvík og verður byrjað kl 10:00.
Liðið hjá Allani Dal- Christiansen liggur á odda í 1. deild, liðið hjá Boga Simonsen er nr. tvey og líka í hølinum á honum er liðið hjá Dia Jacobsen.
Í 2. deild eru tað fleiri lið, ið hava møguleika fyri at flyta upp, liðið hjá Jórun Johannesen, Óla Holm og Haldur Ellingsgaard eru nokk bestu boð uppá ein uppflytara, meðan liðið hjá Ingolf S. Olsen eisini hevur ein møguleika.