Marjun Syderbø Kjelnæs fær starvsløn í trý ár

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvslønirnar í 2009 til listaligt og mentanarligt arbeiði soleiðis:

Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur, 3 ár

Jóhannus á Rógvu Joensen, tónleikari, 6 mánaðir,

Jens L. Thomsen, tónleikari, 6 mánaðir,

Harumframt eru latnar starvslønir til 24 listafólk og rithøvundar, í alt 70 mánaðir.

Tilsamans 94 mánaðarlønir fyri slakar 2,2 milliónir eru latnar til týðingar og listaligt og mentanarligt arbeiði.

Tilsamans vóru 72 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri umleið 28 milliónir krónur. Av teimum vóru 27 umsóknir játtaðar.

Íverksetanarstudningur varð eingin latin í ár.