Tað endaði við 4-0 sigri til favorittarnar, tá ið klaksvíkingar í dag vóru í Sørvági. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Hetta var sjeynda ferðin í ár, at KÍ fór av vøllinum, uttan at tað er eydnast mótstøðuliðnum at fáa bóltin framvið Mark Fabricius Jensen í KÍ málinum.
Sigurin ber við sær, at KÍ í løtuni er tíggju stig frammanfyri næsta avbjóðaran. Tað er NSÍ, sum í morgin fer at spæla í Gundadali ímóti B36.
Gongdin í Sørvági í dag minti nógv um soleiðis, sum hon ofta hevur verið fyrr í ár. KÍ var í stinnastu útgávu, og heimaliðið legði bragdliga fyri seg og hevði fyrstu minuttirnar nøkur álop.
So var tað, at Páll A. Klettskarð við høvdinum snittaði bóltin í handara síðunetið, eftir at Árni Frederiksberg legði iinnfyri úr høgru, og Árni Frederiksberg umsetti brotsspark til 2-0 leiðslu.
Eftir steðgin var tað Páll A. Klettskarð, sum skoraði og varð tvímálaskjútti. Uppleggið átti Patrik Johannesen, sum fleiri ferðir var um reppið at skora, men í dag fór av vøllinum uttan at hava skorað.
Mads Bo Mikkelsen hevur higartil í ár verið nógv darvaður av skaða. Í dag varð hann skiftur inn, tá ið smáir tjúgu minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, og tað var hann, sum staðfesti 4-0 KÍ sigurin, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Uppleggið átti Árni Frederiksberg.
Hjá KÍ var tað hugaligt, at Claes Philip Kronberg varð skiftur inn. Hann hevur verið skaddur í lærkrikanum tað mesta av hesum árinum.
07 Vestur – KÍ 0-4 (0-2)
0-1: Páll A. Klettskarð
0-2: Árni Frederiksberg br
0-3: Páll A. Klettskarð
0-4: Mads Bo Mikkelsen
Dómari: Heini Ziskaon Viðoy
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Casper G. Hansen, Jónas Prior, Nicolai Møller Dohn, Sonni Ragnar Nattestad, Brage Prestmo Kvithyld – Silas Gaard, Filip Drinic, Mikkel Elbæk Jakobsen, Lucas Gardar – Mikkel Hyllegaard
KÍ: Mark Fabricius Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen – Páll A. Klettskarð, Patrk Johannesen