Mark: HSF og Peter Bredsdorff-Larsen ynsktu hvønn annan (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ítróttarstjóran hjá HSF um komandi landsliðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen

##med2##

Í dag boðaði Honbótssamband Føroya frá, at nýggjur venjari er settur at taka sær av manslandsliðnum. Hann tekur við starvinum 1. juli. HSF skrivar soleiðis:

- Sáttmálarnir hjá Hondbóltssambandinum við Sonni Denis Vahlgren Larsen og Dia Midjord ganga út í juni á ár. Í hesum sambandi hevur Hondbóltssambandið sett Peter Bredsdorff-Larsen sum nýggjan landsliðsvenjara hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.

Peter Bredsdorff-Larsen er kent andlit í altjóða hondbólti og hevur seinastu 7 árini verið venjari hjá monnunum hjá Bjerringbo-Silkeborg Håndbold í bestu donsku deildini. Hjálparvenjari í Bjerringbro-Silkeborg hevur verið Lars Møller, og tað eru júst hesir báðir, sum nú skulu standa á odda fyri føroyska manslandsliðnum.

Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller taka við størvunum 1. juli, tá sáttmálarnir við Sonni Denis Vahlgren Larsen og Dia Midjord ganga út.

Peter Bredsdorff-Larsen er 53 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari. Hann var hjálparvenjari hjá danska manslandsliðnum í tíðarskeiðnum 2005–2015, har teir vunnu fleiri heiðursmerki, m.a. EM-gull í 2008 og 2012. Sum venjari í bestu donsku deildini hevur Peter Bredsdorff-Larsen luttikið í DM- og steypafinalum við trimum ymiskum feløgum, og gjørdist hann eisini danmarksmeistari við núverandi felagnum Bjerringbro-Silkeborg í 2016.

Peter Bredsdorff-Larsen hevur útbúgving sum Master í Organisatorisk Coaching og Læring frá Aalborg universiteti.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi klokkan 19 við ítróttarstjóran hjá HSF, Mark Marcher. 

Mark Marcher sigur, at HSF og Peter Bredsdorff-Larsen ynsktu hvønn annan, og so var eitt samstarv upplagt. Mark Marcher undirstrikar, at starvsetanin av Peter Bredsdorff-Larsen er forsvarlig fíggjarliga, og gleða tey seg í HSF stórliga til samstarvið við kenda danska venjaran. 

(Samrøða: Mark Marcher, HSF)