Mark Twain gjørdi myndirnar hjá Dollanum heimskendar

Í 1905 skrivaði amerikanski rithøvundurin Mark Twain smáritið »King Leopold´s Soliloquy, an imaginary monologue by Leopold«. Í hesum riti eru myndir, sum vit í dag við vissu kunnu siga, at Daniel J. Danielsen, vanliga nevndur Dollin, hevði tikið á kanningarferð á Kongo ánni saman við bretska konsulinum í Congo, Roger Casement. Dollin var skipari og maskinmeistari á ferðini. Úrslitið var »Casement frágreiðingin« í 1904, har greitt varð frá ræðuleikunum í landinum, sum var persónliga ogn hjá belgiska konginum, Leopold 2.

At vísa yvirgangin hjá stýrinum hjá Leopold 2. í Congo, fór Dollin beinanvegin afturkomin til London í 1903, á fyrilestrarøð við ljósmyndum av lamløstaðum fólkum við avhøgdum hondum. Henda herferð hansara móti ræðuleikunum í Congo var viðvirkandi til, at Leopold 2. í 1908 mátti lata Congo frá sær.

Myndir hansara skelkaðu fólkið í Onglandi. Tað frættist vestur um hav, tí eisini í Amerika vóru myndugleikar og fólk á gosi um skilið í Congo. Tá Morel, leiðarin fyri Congo Reform Association, sum stóð fyri herferðini móti Leopold 2. kongi, var í USA í 1904, hevði hann myndirnar við sær at brúka í herferðini har. Vit vita frá skrivligum samskifti millum Morel og Dollan, at Morel longu í 1903 fekk myndirnar frá Dollanum. Sannlíkt er, at Morel hevur latið Mark Twain myndirnar til montasjuna av níggju børnum og vaksnum. Myndirnar hava inspirerað Mark Twain, so hann í monologinum m.a. letur Leopold 2. siga, »at Kodak er einasta vitnið, hann ikki kann mutra«.

Óli Jacobsen, sum hevur skrivað greinarøð í Sosialinum um Dollan og givið bókina »Dollin« út, eigur æruna av, at Dollin hevur fingið rætta pláss sítt í søguskrivingini. Adam Hochschild, sum hevur skrivað ta mest kendu bókina um hesa søgu, »Kong Leopolds Arv«, sum er týdd til fleiri mál, skrivar: »Óli Jacobsen hevur gjørt eitt gott og hugtakandi arbeiði við at geva manni, sum higartil hevur verið gloymdur, sítt rætta pláss í fyrstu stóru mannarættindarørsluni í 20. øld«.

Í hesum sambandi kann nevnast, at Posta í heyst gevur út frímerki, sum ímyndar sambandið millum Dollan, Roger Casement og Congo.