Útbúgving
Tá fara umboð fyri MFS, Svøríki, Avstalia/Ný Sæland og Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum at greiða studentum frá lestrarmøguleikum í Føroyum og aðrastaðni. Kunningin verður á teimum trimum stóru miðnámsskúlunum og í Klaksvík.
Fyrrapartin mikudagin 11. jan. 2006 kl. 10.00 verður tiltakið á Handilsskúlanum í Havn, seinnapartin kl. 12.00 í Hoydølum og fyrrapartin hósdagin 12.jan. kl. 10.00 á Kambsdali. Harafturat verður skipað fyri kunningarkvøldi mikukvøldið 12. nov. kl. 19.30 á Tekniska skúla í Klaksvík. Øll tiltøkini vara uml. tveir tímar og eru ókeypis.
Skráin á øllum fýra tiltøkunum verður hendan:
Svøríki: Sussi Thuré, lestrarvegleiðari - sussi@vistas.nu
Avstralia/Ný Sæland: Palle S. Jensen, EDU-DK psj@edu-danmark.dk
MFS: Doris Bjarkhamer og Sunnuvá Vesturdal- At vera lesandi - mfs@mfs.fo
Føroyamálsdeildin: Jákup Sørensen, kunningarfólk á Fróðskaparsetrinum - www.setur.fo
Spurningar til tey einstøku umboðini.
Fjórða og seinasta umfarið í Markleys útbúgving 2005/2006 verður 9. og 10 . mars 2006. Við verða umboð fyri MFS, Frakland, Spania, Náttúruvísindadeildina og Føroya Sparikassa.
Tað eru Mentamálaráðið, Lestrarvegleiðarafelagið, MFS og Altjóða Skrivstovan, sum skipa fyri Markleys Útbúgving 2005/2006.
Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni (www.ask.fo) er samskipari.