Ein ørgrynna av heimsins lærustovnum er umboðað fyri at lokka føroysk lesandi til sín.
Næmingarnir fáa kunning um teir mongu møguleikarnar, sum tey hava fyri at útbúgva seg víðari, og útlendskir og føroyskir útbúgvingarstovnar kappast um at fáa sínar útbúgvingar og lestrarumstøður á radaran hjá okkara ungu.
Umframt Fróðskparsetur Føroya, eru útbúgvingarstovnar úr Grønlandi, Danmark, Skotlandi, Svøríki, USA, Fraklandi, Onglandi, Japan, Australia og Póllandi umboðað í Norðurlandahúsinum í dag.