Markleys Útbúgving fegnast um eitt væleydnað tiltak

- At Markleys Útbúgving nú hevur 20 ár á baki, merkir, at sjálvt tiltakið nú er eldri enn fleiri luttakarar, sum koma til Markleysa Útbúgving.

 

- Í ár kunnu vit fegnast um, at Markleys Útbúgving var sera væl eydnað, og at tiltakið nú hevur 20 ár á baki. Hetta merkir, at tiltakið nú er eldri enn fleiri luttakarar, sum koma til Markleys Útbúgving.

 

Tað sigur Turid Christophersen, útbúgvingarleiðari og samskipari av Markleys Útbúgving.

 

- Holger Arnbjerg, sum eigur hugskotið til Markleys Útbúgving og hevur staðið á odda fyri tiltakinum flestu árinini, fekk tí ein heiður fyri avrikið og megnar tiltakið, sum hann hevur latið okkum øðrum.

 

Til Markleys Útbúgving fingu næmingar høvi at hoyra um at lesa í eitt nú Stóra Bretlandi, Skandinavisku londunum, Íslandi, Grønlandi, USA, Fraklandi, Pólandi og ikki minst í Føroyum.

 

- Harumframt kundu næmingarnir hoyra um aðrar møguleikar, sum eitt nú skiftislestur, útbúgvingarvegleiðing, arbeiðið í KT vinnuni, yrkislæru, at taka eitt ár frí, filmsframleiðslu og annað.

 

Turid Christophersen vísir á, at næmingarnir brúktu helvtina av tíðini at vitja teir 15 básarnar, sum vóru á degnum. Her høvdu næmingarnir høvið at seta beinleiðis spurningar um útbúgvingar í Føroyum og í øðrum londum.

 

- Eitt nú um hægri lestur, sjóvinnuútbúgvingar, yrkisútbúgvingar, stuðulsviðurskifti og mangt annað. Vit vilja fegin takka øllum luttakarum, samstarvspørtum og stuðlum, sum gjørdu, at tiltakið kundi bera til, verður sagt í tíðindaskrivi um Markleysa Útbúgving.

 

##med2##