Marknagil…………..

Til Føroya Løgting
att: Løgtingsformaðurin, løgtingslimir og landsstýrisfólk

Avrit sent fjølmiðlunum.

Egon Øregaard, Skúlastjóri á TST og bygginevndarlimur øll 14 árini
-----


Nógvur og ofta ógvusligur mótburður hevur í mong ár órógvað og beint fyri, at finna loysnir á tørvinum at útvega útvið 1500 næmingum í miðstaðarøkinum, har uml. 40 % av Føroya fólki býr, rímiligar undirvísingarkarmar.

Ítøkiligu ætlanirnar í 1999, við vinnaraprosjekti í 2000, um at byggja ein bygning við Marknagil til teir tríggjar skúlarnar: Tekniska Skúlan í Tórshavn, Føroya Handilsskúla og Føroya Studentaskúla og HF skeið, hevur, nú vit skriva 2013, 14 ár á baki.

Byggingin av kørmum til teir tríggjar skúlarnar hevur verið og er ein ”tornur” í eygunum hjá mongum.
Svárast er tó, at størsta mótstøðan hevur verið og er frá mongum teirra, sum hava ábyrgdina, valdið og møguleikan, -teimum, tú væntaði høvdu, sum aðalmál, at gera skilagóðar loysnir og íløgur í føroyska samfelagið.

Tað vekur undran, hví landspolitiska skipanin seinastu 14 árini hevur havt so torført at loysa tann álvarsliga hølistrupulleikan, sum teir tríggir skúlarnir í Tórshavn við útvið 1500 næmingum hava.

Seinasti skúlin, sum er bygdur í Tórshavn, umsitin av landspolitiska myndugleikanum, var Føroya Handilsskúli - hesin var tikin í nýtslu í 1983, t.v.s. fyri 30 árum síðani – hugvekjandi !

Aftaná hetta tíðarskeiðið eru tað tó- tíbetur fleiri skúlar runt landið – sum eru bygdir ella útbygdir -
nevnast kunnu:
• Studentaskúlin á Kambsdali
• Handilsskúlin á Kambsdali
• Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
• Skúladepilin í Hovi
• Tekniski Skúlin í Klaksvík

Marknagil:
Gongdin at byggja undirvísingarkarmar til teir tríggjar skúlarnar í høvuðstaðnum seinastu 14 árini kann í stuttum lýsast á henda hátt:
• Í 1999 setti landsstýrismaðurin í Mentamálum “Arkitektakappinginina”, at byggja ein bygning til teir tríggjar skúlarnar: Tekniska Skúlan í Tórshavn, Føroya Handilsskúla og Føroya Studentaskúla og HF skeið í Marknagili, í verk.
• Í 2000 var vinnarin av ”Arkitektakappingini” funnin og vóru verkætlanirnar vístar fram í útvarpshøllini í Sortudýki.

• Í 2001 steðgaði landspolitiski myndugleikin verkætlanini. Sagt var, at hon kundi takast uppaftur um 3 ár.

• Í 2002 gjørdu sjálvsognarstovnarnir Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn, eftir áheitan frá pørtum av landspolitiska myndugleikanum, eina roynd:
Í fyrstu atløgu hølir byggjast til hesar báðar skúlarnar. Verkætlanin var skipað soleiðis, at Føroya Studentaskúli og HF skeið, møguliga, um landspolitiski myndugleikin til ta tíð tók undir við hesum, kundi byggjast saman við hinum báðum skúlunum.
Skipanaruppskot var fyrireikað og lagt fyri Føroya Løgting. Hóast lógarheimildir vóru fyri hesari verkætlanini, steðgaði landspolitiska valdið hesari ætlanini.

• Tann 12. mai 2003 setti landsstýrismaðurin í Mentamálum aftur eina nýggja bygginevnd, sum skuldi gera uppskot til at stíla fyri bygging av skúladeplinum, har allir tríggir skúlarnir vóru við. Uppskotið til skipanarverkætlanina var handað landsstýriskvinnuni í november 2003.

• Landspolitiski myndugleikin stóð sum ”ryssa yvir deyðum fyli” - Onki úrslit

• Í 2006 var Løgtingslóg at veita lán at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn samtykt. Lógin fevndi um tveir skúlar Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúlan í Tórshavn.

• Byggiskráin fyri hesa verkætlanina var handað landsstýrismanninum í Mentamálum í desember 2007.

• Í 2008 var verkætlanin víðkað til eisini at fevna um Føroya Studentaskula og HF skeið. Hetta er sokallaða verkætlanin “ Skúladepilin við Marknagil”

• Nú vit skriva 2013 hongur henda verkætlanin helst í einum sera tunnum tráði.

Viðmerkingarnar omanfyri eru ætlaðar at vísa á, at við tí sundurlindi og atgerðarloysi, sum landspolitiski myndugleikin í hesum málinum hevur lagt fyri dagin seinastu 14 árini, er ikki rokkið á mál.

Tað, sum tí hevur týdning í dag, er, at landsspolitiska skipanin, sum nú ræður fyri borgum, tekur ábyrgd í hesum álvarsmáli og tekur lógvatak.
Hetta er alneyðugt, fyri at landspolitiski myndugleikin loksins kann loysa ta naggatódn, sum byggiverkætlanin nú enn einaferð er komin í. - Henda 14 ára gamla verkætlanin, sum er loysnin fyri at skapa rímiligar karmar til tey útvið 1500 ungu lesandi og tey umleið 200 starvsfólkini, sum koma at hava sítt dagliga arbeiði har.

Kendu orðini hjá Sørin Kierkegaard eru helst í hesum sambandi hóskandi at hava í huga:
"livet skal leves forlæns, men forstås baglæns"?

Egon Øregaard,
skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn
FO 100 Tórshavn
eoe@tst.fo
tlf. 56 80 50