Alt ov ofta síggja vit, at góðar loysnir fyri føroyska samfelagið verða blokeraðar av smølum seráhugamálum. Vit síggja tað í kjakinum um, hvussu samfelagsútbyggingin skal fara fram, og hvar ymisk ting skulu liggja. Tað er ikki altíð, at tað eru smáu økini ella útjaðarin, ið vilja fremja seráhugamál í andsøgn við bestu samfelagsloysnina.
Eitt margháttligt mál um lokal seráhugamál liggur mitt í høvuðsstaðnum.
Mitt í høvuðsstaðnum liggur ein skilagóð ætlan um ein skúladepil við Marknagil, har ætlanin er at savna Tekniska Skúla og Handilsskúlan í ein og sama depil. Hetta sparir rakstur og vil skapa fyrimunir við at kunna samskipa lærugreinar og harvið geva størri útboð til næmingarnar, sum hóast alt eru teir, sum tað heila snýr seg um. Alt í alt ein skilagóð ætlan, sum burdi verið framd skjótast gjørligt.
Tó er eitt, sum manglar. Hin stóri miðnámsskúlin í høvuðsstaðnum, Føroya studentaskúli og HF Skeið, vil ikki gerast partur av ætlaða Skúladeplinum. Hann vil sleppa at vera verandi í Hoydølum. Grundgevingarnar eru ymiskar. Summi vilja vera við, at studentaskúlin er so nógv øðrvísi enn hinir skúlarnir, og tí stendur seg best við at liggja einsamallur. Hetta burdi ikki verið so, eftiersum bæði Tekniski Skúli og Handilsskúlin lata prógv, sum eru á sama støði sum tey, ið Studentaskúlin letur. Eisini hevur verið ført fram, at skúlin ikki má flytast úr náttúruperluni í Hoydølum, har hann hevur ligið í dekadur. Slíkar grundgevingarnar eru ikki haldgóðar. Tað eru sama grundgeving, sum man hevur hoyrt, tá almennar skrivstovur o.a. hava verið afturlatnar úti á bygdunum. At okkurt hevur ligið á einum stað í áratíggjur, er ikki nóg góð grund til ikki at flyta, um nú rakstrarligir og fakligir fyrimunir eru við at flyta virksemið.
Tað er sjálvsagt, at studentaskúlin eisini skal vera partur av nýggja skúladepilinum í Marknagili. Tað má sigast at vera politiskt ryggloysi, at man ikki hevur gjørt hetta púra greitt fyri teimum, ið vara av studentaskúlanum í Hoydølum. Tað ber ikki til, at skattgjaldarin skal brúka nógvar milliónir eyka uppá skúlabygging í Hoydølum, bara tí at summi ikki vilja flyta úr einum staði í Havnini í eitt annað. Henda samgongan hevur ikki víst rygg í hesum máli. Vónandi fer tann næsta at gera tað.
Hvussu skal tað vera at flyta skúlar og almennar tænastur kring landið, tá vit, vegna seráhugamál, ikki fáa framt eina sjálvsagda skúlaflyting innanbýggja í Havnini? Og hvør sigur, at vit fáa ein verri studentaskúla fyri tað. Vit eru eisini tvingað til í framtíðini, skal blokkurin minkast ella droppast, sum nógvir politikarar vilja tað, at skipa skúlaútbyggingar, soleiðis at vit sleppa undan dupultfunktiónum. Hetta mál eigur at verða týðandi partur av komandi valstríði.
Sosialurin