Marru lutakast fyri Manchester United

Manchester United fekk torførasta lutakastið, sum kann hugsast til fjórðingsfinaluna í Champions League

Manchester united skal møta Bayern Munchen í fjórðingsfinaluni í Champions League. Bayern Munchen er favorittur at vinna Champions League, og hevur fyrimunin av at spæla seinna dystin á heimavølli.

 

Barcelona møtir landsmonnunum úr Atletico Madrid. Tað er fyrstu ferð í søguni, at liðini møtast í Champions League. Real Madrid aftur í ár spæla móti Borussia Dortmund, sum í fjør vann hesa uppgerðina.

 

Chelsea skal spæla móti Zlatan Ibrahimovic og PSG.

 

 

11.12: So er klárt:

Fjórðingsfinalur:

Barcelona - Atletico Madrid

Real Madrid - Borussia Dortmund

PSG - Chelsea

Manchester United - Bayern Munchen


11.00: Góðan dag og væl komin til beinleiðis frásøgn frá luktkastinum í Nyon. Talan er í dag upp eitt opið lutakast, har øll kunnu møta øllum í fjórðingsfinaluni. Tey átta liðini, sum eru í pottinum í dag eru Atletico Madrid, Bayern Munchen, Barcelona, Borussia Dortmund, Chelsea, Manchester United, Paris Saint-Germain og Real Madrid.

 

Øll liðini vunnu sínar innleiðandi bólkar. Tað er fyrstu ferð, at tað er hent.

 

Les eisini: Veddingarfyritøkurnar trúgvi ikki upp á United