Martin Agnarsson og liðfelagarnir á superligaliðnum, Viborg FF skulu hava ein nýggjan høvuðsvenjara.
Høvuðsvenjarin, Jacob Friis sum hevur megnað eitt fjórða pláss og eitt sjeynda pláss við Viborg í donsku superliguni fekk boðið eitt starv, ið hann ikki kundi siga nei til.
Jacob Friis hevur tikið við starvinum sum hjálparvenjari hjá týska bundesligaliðnum, FC Augsburg.
Augsburg liggur í løtuni á einum 10. plássi í bundesliguni.
Jacob Friis stóð á odda fyri Viborg í 74 dystum. Í hesum dystunum gjørdist talan um 34 sigrar, 19 javnleikir og 23 tap.
Jakob Poulsen, ið hevur verið hjálparvenjari fer at hava ábyrgdina av superligaliðnum hjá Viborg tað sum eftir er av hesum árinum.
Hesar komandi vikurnar fer Viborg at arbeiða við at finna ein høvuðsvenjara, ið kann taka við starvinum á nýggjárinum.