100-ára føðingardagur er vanligt høvi til at minnast aftur á merkismenn, og eg fór tí at kaga í bókina “Lærarafólk í Føroyum” at vita, nær Martin Holm varð borin í heim. Jú, 18. desember í fjør var 100- ár føðingardagurin. Tessvegna nú hesi 1-ára seinkaðu minningarorð.
Tað var beint eftir kríggið, at tað frættist, at Realskúlin hevði fingið nýggjan lærara, sum orð gingu av um hansara læraravirksemi í Danmark – serliga innan ítrótt. Millum annað varð sagt, at hansara dreingjalið varð kosið Sælands-meistari í fimleiki.
Mítt fyrsta minni um Martin Holm var, at fjøld av ítróttafólki ólavsøkuaftans kvøld – tað mundi vera í 1946 – við honum á odda gekk inn á Tinghúsvøllin, har hann helt eggjandi røðu ítróttinum at frama. Minnist, at tann eina av hansara orðingum var: “Okur kunnu ikki framhaldandi bert liva av andaligum deyðagrasi!”
Sjálvur gekk eg á preliminerskúla tá, har ítróttur ikki var partur av skúladegnum. Fekk tá onkran av skúlafelagunum at koma við mær at spyrja hendan Martin Holm, um hann ikki kundi hava kvøldtímar í fimleiki við okkum úti á VBV. Martin kom spelkin út at práta við okkum. Hann skilti væl okkara ynski, helt gott um okkara hugskot og vildi fegin kunnað hjálpt okkum; men umframt sítt starv í Realskúlanum og tímar á Læraraskúlanum hevði hann tvey kvøld um vikuna bæði 1. og 2. manslið hjá Havnar Fimleikafelag, so har gjørdist ikki meira.
Eg tók tí tað dirvi á meg at melda meg til fimleik í Havnar Fimleikafelag. Hevði tá, 15 ára gamal, ongar royndir í fimleikarhøll hvørki á gólvi ella við amboðum, men har á 2. liði vóru aðrir í somu støðu, eitt nú tann kendi spælarin í B36 Mortan Mørk, sum var líka so óhjálpin sum eg á máttu, hesti ella plinti. Men Martin stuðlaði okkum til framhald, og tað at vera við til fimleikaframsýning undir hansara eggjandi leiðslu var ein minnilig uppliving.
Ikki sóust vit dagliga, men eina stuttmynd í huganum havi eg av hjúnunum Martini og Kirsten Holm: Tey komu so sporty í løriftsskóm og við ryggsekki av Heygnum Mikla og oman til okkum, sum bíðaðu í bili á Velbastaðvegnum ávegis í brúdleyp úti í Hesti. Eingin serhending, men har var ein egin frískleiki yvir hesum báðum, sum veik frá okkum, sum sótu har so sunnudagsklødd í svartaskóm og yvirfrakka.
Jú, Martin og Kirsten bóru nýtt og kveikjandi lív við sær til ungdómin í Havn - serliga innan fimleikavirksemið, sum tey lyftu upp á áður ókent stig. Ikki skal nakað takast frá teim, sum undan gingu. Havnar Fimleikafelag eigur søgu, sum gongur aftur móti næstseinasta aldarskifti. Gitið var, tá manslið við Sámal Eriki Matras sum lærara og leiðara vitjaði til framsýningar í Noregi fyri seinna kríggj, og væl minnist eg úrmælingin Olivur Dam á fimleikasýning, sum í fleiri ár var føroyameistari í fimleiki.
Men myndin av teimum ungu hjá Martini: Palla Gregoriussen, Hera Jensen, Hans Jakku Egholm, Egon Mittún, Magnus Jacobsen, Absalon Djurhuus og ivaleyst fleiri í flúgvandi flikkflakki hon stendur í huganum sum nakað serstakt. Og ikki minni hevði Kirsten at bera sínum ungmoyggjum. Við sínum vinsæla lyndi og musiska sinni breiddi hon yndi og vælveru um seg - ikki minst tá hon settist við klaverið og soleiðis gav venjingunum eitt serligt heildarflog.
Men tað var á læraraskúlanum, at vit báðir komu rættiliga at kennast. Fimleikatímarnar hevði Martin lagt longu klokkan sjey á morni. Kortini vóru hetta tímar, vit gleddu okkum til. Fyrstur at klæða seg um var Martin, og vit 8 fylgdu eftir – og so inn í høllina. Gamla fimleikarhøllin kendi ikki til hita meira enn tann, sum stóðst av mannakroppum, og á vetri var tað ofta so, at gler kundi liggja út á gólvið av frystum lekum frá vindeygum. Men ikki bilti. Stillaðir upp í rað varð farið til gongu runt í høllini, og eg minnist, hvussu serliga Tummas N. Djurhuus við sínum viðkvæma sinni gjørdist herðabreiður og steig ramliga i gólvið stimbraður av Martinsa orðingum.
Eisini uttandura helt hann okkum til – út í Sandagerði at svimja, tá summarið nærkaðist, og niðan í Gundadal til frummítrótt –, fekk okkum eisini onkuntíð seinnapartar at koma har niðan at bøta um umstøðurnar við at grava og steinseta.
Jú, vit upplivdu nógv og lærdu nógv hesar tímarnar hjá Martini. Og hóast fimleikarhallir ikki vóru vanligar úti um landið tá, mundu tað vera fleiri av okkum fyrrverandi læraraskúlanæmingum hjá Martini, sum onkursvegna gjørdu gagn av íbirtanini frá honum. Hjá mær lá fyri at gera okkurt í Avhaldhúsinum í Haldórsvík, sum ein góðveðursdag endaði við framsýning niðri á havnarlagnum. Men væl meira fekk Sigurd Petersen í Sandavági burturúr. Løddur undir angar av íblástri frá trímenninginum Martini fór hann, komin aftur í heimbygdina sum ungur lærari í 1952, beinanvegin undir ítróttaligt frítíðarvirksemi - á vetri við fimleiki í Losjuhúsinum og summarhálvárið við bæði bóltspæli og frummítrótt á Vallaroyruni, og harumframt mundi tað vera hann, sum fekk pápan Petur Elias at smíða fyrstu kappróðrarbátarnar Sandavágsbátin og gomlu Ørnina.
Nú nevndi eg róður. Á læraraskúlanum høvdu vit eisini uppliving í so máta: Um hetta mundið, fyrst í 50-árunum, átti Havnar Róðrarfelag tvey 10-mannafør. Fekk tá í samráð við Einar Kallsberg, sum tá var næmingafelagsformaður á Studentaskúlanum, í lag kappróður millum báðar skúlarnar. Teir vunnu; men aftaná mannaðu vit okkum aftur við 5 røðarum frá hvørjum skúla og bjóðaðu Havnar Róðrarfelag av. Hugaligt var tað tað tá at leggja frá landi við teimum báðum Martini Holm, Føroya ítróttarhøvdingi, og Thomas Nygaard, rektara studentaskúlans, sitandi á toftubekki. Men enn hugaligari var tað at leggja at landi aftur eftir at hava smurt havnarmenn av.
Burtur úr hesum sigri kom tiltak, sum førdi til nýtt 10-mannafar, ið fekk navnið “Studenturin”, av tí at teir, sum eftir okkum komu á læraraskúlanum, ikki høvdu áhuga fyri róðri. Men vit aðrir høvdu tó hug at royna hendan bát, og í 1955 høvdu vit mannað hann til kappróðurs á ólavsøku við Martini Holm – tá 46 ára gamal - aftur sitandi á toftibekki.
Hugi enn sjónina, tá startdómarin rópti:”Klárir!”, og eg hesa mína fyrstu kappóðrarløtu skoytandi yvir á hinar bátarnar sá allar framstavnar á rað yvireftir. Jú, starturin var óførur, vit ruku framum ; men, ólukkutíð fyri Martin og okkum allar, nú brotnar áraskeytin hjá honum, tó tíverri bert so at ein flís verður sitandi eftir, so hann mátti rógva við einari hond yvir og einari undir á árini, og hetta kostaði okkum sigurin – vit blivu nr. 2!
At eg kom til at taka mær 1½ ár til útbúgvingar á ítróttaháskúla komst eisini av tileggjan frá Martini. Rektarin har á skúlanum í Oslo visti um Martin Holm, hevði sæð førisku fimleikaframsýningina á Lingiaduni í Stockholm í 1949, har Martin m.a. hevði eina skrá við sermerktum dámi av føriskum dansi. Um hana segði Harald Wergeland, at hon var “meget bra” – við áherðslu á “meget”, sum á norskum veruliga merkir “sera”.
Í praktikktímum í Realskúlanum vitjaðu vit læraralesandi eisini tímar hjá Martini í øðrum greinum enn ítrótti. Í søgutímum var hann ikki turrisligur, men setti hendingar spennandi upp, so søgan gav næmingunum eina uppliving til betur at kunna minnast. Mær er eisini greitt frá, at í bíbliusøgutímum læt hann næmingar ikki bara reksa upp uttanat sama fyrisetning hvør eftir annan, sum vanligt var, men setti saman við næmingunum søgugongdina og innihaldið skjótt og greitt upp, og síðan las hann fyri næmingunum úr “Feðgum á ferð”, fyri soleiðis at geva tímunum eitt breiðari mentanarligt innihald. Hansara áhugi fyri tí musiska kom eisini til sjóndar í tí, at sangur var fastur táttur hvønn undirvísingartíma. Vert er her eisini at skoyta uppí, at tá Mikkjal á Ryggi var deyður á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum, fekk Martin Holm næmingar í Realskúlanum at henta blomstur og stroya tey á vegin, har børan við skaldinum mikla skuldi koyrast oman á skipið.
Rættiliga í samskifti við Martin Holm kom eg settur í starv í 1967 á Føroya Læraraskúla, har hann tá var rektari. Í stuttum er her at siga, at har Martin skipaði fyri, var skil í. Hann hevði greiði á øllum, sum fyrifórst á skúlanum, og eyðkent var tað, at komst tú inn á skrivstovu hansara eftir loknan arbeiðsdag við almiklum umsitingararbeiði, var pappírsknívurin tó tað einasta, tú sást á hansara skrivstovuborði – alt annað var ruddað burtur og fingið á sítt pláss.
Um enn Martin kundi vera í so strangur og náðileysur, tá tað ráddi um skil og eftirlit, vísti hann tó áhuga og vælvild, um stig vórðu tikin til uttanumtiltøk á skúlanum. Soleiðis var hann fegin um, at vit fingu í lag føriskan dans við góðum stuðli uttanífrá, var sjálvur við á okkara dansiferðum út til Nólsoyar og suður til Sumbiar, og var stórtøkin vertur, tá nólsingar komu á vitjanarferð.
Sjálvur tók hann eisini stig til útferðir. Ein var ferðin norður til Kunoyar við sluppini Westfard Ho. Góðveðursdagur var, og vit vóru nøkur, sum gingu heilt niðan á skarðið. Minnist, at tað harmaði hann, at hann ikki slapp við til fjals, tí hann var bundin av blískapi niðri í bygdini. Væl dámdi honum at ganga undan á slíkum ferðum, og á ferð úti í Hesti tókti mær, at bragdarhugurin, sum enn spældi í hansara sinni, kundi verið honum at deyðameini: Við havnarlagið har úti er høgur jaðari laðaður av malargróti upp undir veg omanfyri. Fann hann tá uppá – 59 ára gamal -, at hann, fyri eygunum á øllum sínum læraraskúlafylgi, skuldi ganga upp hesa høgu grótlaðing við hondunum aftan bak. Tankin kylir mær enn kroppinum um, at glapp fótur hansara av einum av hesum rundu steinum, tá hann var komin upp í hæddina, so fór hann i sor. Men upp kom hann í øllum góðum, tað lætnaði okkum øllum fyri brósti, og errin mundi hvalbingurin sjálvur vera um bragdið.
Men nú er ikki at gloyma, tá vit aftur mannaðu til kappróðurs á læraraskúlanum. Høvdu lænt 10-mannafarið “Fuglfirðing”, og hóast hann var í tyngra lagi, hildu vit tað at verið hugaligt at fingið rektaran til róðurs. Glaður tók hann við, og tað var ikki við mýkindum, at hann koyrdi á okkum á Havnar vág. Minnist einaferð vit komu skúmandi inn fram við bryggjukantinum í Vágsbotni, at gamli Rubbek talaði at, tá vit lógu tivandi útfyri. Á Norðoyastevnu hitaðu vit væl upp innan start, og so varð skotið. Jú, Fuglfirðingur legði seg beinanvegin á odda, og tað bara longdist ímillum.”Okur hava heilan flotan aftan fyri okkum!” rópti róðursmaðurin fróður. Men komnir inn móti Klakki – vit lógu vestastir – var tað eins og báturin meira og meira steðgaði á, meðan serliga teir eystaru tóku seg fram, og komnir á mál hildu vit okkum vera aftastir. Kortini vóru vit nr. 2; men harmiligt var, at sjóvarfallið, sum eg havi skilt á klaksvíkingum, ivaleyst spældi okkum tað puss, at tað rak inn við norðara landið, meðan vit fingu streymin ímóti fram við Bumshamri, tí væl høvdu vit unnað Martini at fingið hetta uppiborna punktumið við á hansara ítróttaliga virkisskeið.
Hetta omanfyri var nú bara eitt heldur orðmikið ítriv um Martin Holm, soleiðis sum eg kendi hann.
Hansara leiklut sum forseti ÍSFs, sum sera virkin blaðstjóri á “Ítróttatíðindum”, sum politikari, har hann eitt skifti var formaður í fíggjarnevnd løgtingsins, og onnur avrik eftir hann verða onnur at lýsa i størri persónsøguligum samanhangi.