Martin Joensen í Gallarí Havnará

Vestmenningurin Martin Joensen er ivaleyst best kendur, sum ein av okkara fólkakærastu sangskrivarum og sum maðurin handan eitt ótal av klassikarum. Men yrkisleiðin hjá honum var innan grafiska yrkið, og altíð hevur hann eisini tekna og mála.

 

Eftir at pensjónsaldurin væl og virðiliga er rokkin, hevur pensilin fylt nógv, og hann hevur sýnt fram sína bergtakandi list kring allar Føroyar.

 

Fyri fyrstu ferð í nærum tvey ár sleppa vit aftur at uppliva hann í Gallarí Havnará tann 28. mars kl 16.00.

 

Framsýningin er opin í eina viku.

 

##med2##