Martin Nugent tvey hat-trick í 80-unum

Fótbóltur: Besta tíðarskeiðið hjá LÍF var í 80-unum, og tað var ikki minst takkað verið bretanum Martin Nugent, sum tvær ferðir skeyt hat-trick fyri leirvíkingar

Frá góðum fólki í Leirvík hava vit nú fingið enn eina fráboðan um ein útlendskan fótbóltsspælara, sum hevur skotið hat-trick í føroysku 1. deild.

LÍF var í »velmaktini« í 80-unum, og ein stóran heiður fyri hetta átti bretin Martin Nugent, sum spældi við leirvíkingum árini frá 1983 til og við 1989.

LÍF vann 2. deild í 1981 og spældi í 1982 fyri fyrstu ferð nakrantíð í 1. deild. Teir hildu sær uppi hetta fyrsta árið í bestu deildini, og árið eftir kom Martin Nugent so til Leirvíkar.

Hann var óførur fótbóltsspælari, og enn í dag eru fleiri sum halda, at tað framvegis ikki hevur verið nakar betri útlendingur í føroyskum fótbólti.

Tað var góður styrkur hjá teimum grønu úr Leirvík, og árið eftir, tann 9. september í 1984, vann LÍF 4-1 á HB í Gundadali. Nugent skeyt øll fýra málini, og tað fekk eitt av bløðunum at rópa hann »Gull-Martin«.

LÍF var á odda 4-0, til Tummas Óli Mortensen í 88. minutti minkaði til 1-4.

Umleið eitt ár seinni, tann 24. august í 1985, vann LÍF í Leirvík ikki minni enn 5-0 á KÍ. Berg Vatnhamar skoraði til 1-0, Martin Nugent økti til 2-0 og 3-0, Óla Jákup Joensen skoraði til 4-0, áðrenn Martin sjálvur setti punktum við sínum triðja máli og tí fimta hjá LÍF. Annars spældu tveir klaksvíkingar við LÍF hetta árið: Kurt Mørkøre og Oddbjørn Joensen.

Tá graslíkisvøllurin í Klaksvík varð vígdur á norðoyastevnu í 1988, vann LÍF 4-1 á KÍ. Ta ferðina skeyt Martin Nugent tvey mál.

LÍF stóð seg væl miðskeiðis í 80-unum, og eina árið endaðu teir á fjórða plássi, sum er besta endastøða, felagið hevur havt. Í 1986 komu teir eisini í finaluna um ísafjarðarsúluna, men taptu 1-2 móti NSÍ, eftir at teir eitt skifti høvdu verið framman fyri 1-0.

Í 1989 flutti LÍF niður í 2. deild, Martin Nugent fór av landinum aftur, og fótbólturin bleiv ongantíð tann sami í Leirvík. LÍF spældi aftur í 1. deild í 1993, men steðgurin var stuttur, og síðani hava leirvíkingar verið í 2. deild. Fleiri ferðir hava teir verið nær við at flutt upp aftur, og í fjør taptu teir samanlagt 2-3 móti Sumba í dystunum um upp- og niðurflyting.