Martin og liðfelagarnir tryggjaðu sær uppflytingina

Nú er veitsla í Riisvangen í Aarhus

Hóast tvey umfør eru eftir at leika í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, so hava Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad tryggja sær uppflyting til næstbestu donsku fótbóltsdeildina.

 

Toppdysturin á Riisvangen leikvøllinum millum Aarhus Fremad og Middelfart endaði við javnleiki 0-0. Aarhus Fremad hevur 58 stig, Middelfart hevur 56 stig, og Fremad Amager hevur 51 stig, nú bert tvey leikumfør eru eftir at leika. Martin og liðfelagarnir enda tí í ringasta føri næstfremst í deildini.

 

Hetta verður fyrstu ferð í 17 ár, at Aarhus Fremad fer at spæla í næstbestu deildini. Tí er stór veitsla í Riisvangen í kvøld.

 

In.fo ynskir Martini Agnarssyni tillukku við uppflytingini.

 

##med2##