Effodeildin: Tað stóð á gomlum nøglum hjá aldursforsetanum, TB, tá teir á heimavølli við Stórá í dysti ígjár tóku ímóti AB. TB hevði hart brúk fyri sigrinum, og tá støðan varð 1-0 til TB, dømdi Petur Reinert brotsspark til AB, sum Dion Splidt skuldi skjóta fyri AB. Ivan Stojkovic í TB-málinum bjargaði meistarliga, og løtu seinni tryggjaði TB sær ein 2-0 sigur.
Martin Tausen hjá TB er ivaleysur í, at júst hendan bjargingin var ein tann mest avgerandi løtan í dystinum. Hóast TB skal til Havnar at spæla ímóti B36 og HB tey næstu umførini, hevur Martin Tausen góðar vónir um, at tað fer at bera til hjá TB at fáa úrtøku úr báðum dystunum.
Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB staðfesti aftaná dystin, at hansara lið hevur enn trupuleikar við at vinna sigrar á útivølli. Hann vildi tó einki taka frá TB, sum hann helt vísa ein ótrúligan stríðsvilja.
Undir myndini, sum tb.fo hevur tikið ber til at hoyra samrøðurnar, sum vóru við Martin Tausen og Sámal Erik Hentze í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 ígjár.