Martin Thomsen, prentari

f. 19. september 1930 d. 14. desember 2005

Mikudagin 14. desember andaðist Martin Thomsen, prentari. Martin var ættaður úr Norðragøtu, føddur 19. september 1930.

14 ára gamal fór hann í læru á prentsmiðjuni í H.N. Jacobsens Bókahandli í Havn. Har starvaðist hann so øll árini, til hann gavst í tænastuni í vár.

Martin hevði sostatt ein langan arbeiðsdag í somu fyritøku. Síðstu árini stóð hann sjálvur fyri prentfyritøkuni. Í fjør heyst varð 60 ára starvsdagur hansara í gamla bókahandlinum hátíðarhildin við eini samkomu í gamla umhvørvinum, og 19. september í ár fylti Martin 75 ár.

Men nú var tími hansara, Martin, komin. Líka so stillan sum vit annars kendu Martin frá gerandisdegnum, fór hann av foldum hetta kvøldið 14. desember á veg til hús úr kvøldskúlanum.

Frá arbeiðsplássi og arbeiðsfeløgum og øllum hann samskifti við, fær Martin skotsmálið sum hin álítandi og vælgjørdi. Í øllum hann hevði um hendi og tók ábyrgd av, var hann burturav vælgjørdur.

Læruárini í Bókahandlinum vóru fimm. Hann byrjaði 9. november 1944, og sveinaprógvið tók hann í Danmark.

Tríggjar eru døturnar hjá Ragnu, ættað úr Klaksvík, og Martini. Tey settu búgv á Grønlandsvegi 34, úti í Grønlandi. Í hjúnalagnum eru døturnar Birita, Petra og Hildigunn. Barnabørnini eru 9.

Martin var virkin í Kirkjuligu heimamissiónini og formaður fyri Missiónshúsinum við Landavegin í Havn. Hann var drívkraftin í sunnudagsskúlanum við Landavegin og í Missiónshúsinum sum heild.

Martin hevur lagt vinkulhakan frá sær med alla, men vit vilja minnast henda fræga mann, sum altíð var fróðiligur, komst tú á tal við hann, við virðing, og lýsa frið yvir minni um hann.

jl