Leygardagin 23. apríl varð árligi aðalfundurin hjá Heilsuhjálparafelag Føroya hildin.
Á aðalfundinum var val av nevndar- og tiltakslimum á skránni. Einki uppskot var komið inn, tá freistin var úti.
Svenn Martinsson og Ragnhild Rasmussen tóku við afturvali. Tiltakslimir eru ElsaMaria Helmundsdóttir Højgaard og Ragna Vilhelmsdóttir.
Nevndin hevur skipað seg við næstforkvinnu, og nevndin er hendan:
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Fríðhild Winther, næstforkvinna
Marjun Petursdóttir Jensen, nevndarlimur
Svenn Martinsson, nevndarlimur
Ragnhild Rasmussen, nevndarlimur