Mary Joensen 80 ár

Mikudagin 22. august verður mamma okkara 80 ár.

Mamma er fjórða barnið av sjey børnum hjá Miu og Óla úti í Forna á Nesi Eysturoy. Mamman var ættað innan úr Gerði á Toftum og pápin var ættaður uttan úr Forna. Systkini vóru Andi, Sannebeth, Dania, mamma, Marjus, Ove og Annelisa. Bert trý systkin eru eftir á lívi. Tey eru Annelisa, Ove og mamma okkara. Marjus doyði sum 12 ára gamal. Andi, Sannebeth og Dania doyðu øll sum 68 ára gomul.


Mamma vaks upp í teimum vánaligu 30-árunum, tá tað var ógvuliga smáligt í nógvum heimum í Føroyum. So frægt tey vóru ment, byrjaðu tey at taka lut í øllum arbeiði, úti og inni, so sum torv, hoygging, eplir og annað húsligt arbeiði. Mamma hevur mangan sagt, at hon hevði sín setning innandura. Longu áðrenn fermingina hjálpti mamma til í prestagarðinum á Nesi sum barnagenta. Seinni arbeiddi hon sum arbeiðsgenta, inntil hon giftist við pápa okkara.


Mamma giftist pápa, Olaf Joensen, í 1947. Tey giftust inn úti í Forna, sjálvt um tað var ógvuliga trongligt, og vórðu verandi har í 3 ár. Tá tey síðani skuldu byggja inni á Toftum, vildi so illa við, at kona bróður pápa doyði í barsilssong, soleiðis at hann kom at sita eftir við trimum smábørnum, har tað elsta var 5 ár og yngsta nýføðingur. Hann hevði sett búgv í Runavík. Tískil fluttu mamma og pápi inn til Runavíkar at halda hús og vórðu verandi har í hálvtfjórða ár, áðrenn tey fluttu út í síni egnu hús á Toftum, sum tá stóðu liðug. Tað man hava verið strævið hjá mammu at taka eitt hús upp á seg við trimum børnum. Sjálv átti hon eitt, og tað næsta varð borið í heim, meðan tey búðu í Runavík. Har hevur hvílt ein stór ábyrgd á herðum hennara. Mamma var sjálvandi í góðum árum tá, men stríggið man hava verið.


Í 1954 fluttu vit út á Toftir í okkara egnu hús. Ikki kunnu vit siga at alt var so liðugt eftir nútíðar mátistokki, har var ógvuliga mangulfult, men vit halda at tey vóru so hjartans fegin at koma í teirra egna heim. Vit blivu trý systkin: Oskar, Elinborg og Óli Heri. Oskar og Elinborg eru búsitandi á Toftum, og Óli Heri er búsitandi í Tórshavn. Tey fyrstu árini vit búðu á Toftum, plagdi pápi at fara til Íslands í januar mánað og vera har til einaferð í mai mánað. Onkuntíð eitt sindur longur. Um summarið og heystið fekst hann við at smíða og mála. Tíðarskeiðini har pápi okkara var í Íslandi, varð mamma einsamøll um okkum børn, so aftur her var tað mamma, sum var bæði kona og maður í húsinum.


Í 1964 verður pápi okkara álvarsliga sjúkur og doyr síðst á árinum niðri á Ríkissjúkrahúsinum. Mamma hevur sjálv fleiri ferðir sagt, at hon ongantíð roknaði við, at hon fór at smílast aftur, men tíbetur hevur láturin mangan vunnið síðani, hóast smeitin. Lyndið, góð hjálp frá teimum nærmastu og klettafasta guðstrúgvin munnu hava verið góð hjálp. Nú mátti mamma sjálv út til arbeiðis at vinna til dagsins uppihald. Fyrst nøkur ár sum krambakvinna úti hjá Ernst Hansen, fyri at enda sum krambakvinna ígjøgnum nógv ár hjá Lenu Joensen, við einum lítlum millumbili á flakavirkinum, Nyki. Mamma arbeiddi í handlinum hjá Lenu, til hon gavst vegna aldur. Fyrstu tíðina eftir at pápi var deyður, var nógv samband millum heimið hjá okkum og ommu og abba úti í Forna. Onkuntíð, serliga um veturin, vóru tey í vikur inni á Toftum hjá okkum, og um summarið kundu vit verða í vikur úti í Forna hjá ommu og abba. Her hevur mamma nokk notið gott av teirra hjálp, somuleiðis munnu tey hava notið gott av hjálpini, mamma veitti teimum. Eisini kann nevnast, at grannarnir Diny og Sørin mangan mundu vera hent, serliga hjá lítla beiggja, sum upp á tað nærmasta fekk eini eyka foreldur.


Líka síðani vit børn vórðu borin í heim, eru vit uppald saman við kirkju og missiónshúsi. Hesi bæði hava verið partur av lívinum hjá mammu okkara, og harvið okkum, allan okkara uppvøkstur. Mamma gongur enn tann dag í dag trúliga í kirkju og møti, so frægt sum kreftirnar eru til tað. Mamma sat eisini í stýrinum fyri missiónshúsið frá seinnapartin í sjeyti árunum til um ártúsund skiftið. Blái Krossur hevur eisini verið hennara hjartabarn, har hon hevur sitið sum skrivari í eitt mannaminni. Eisini hevur sjómanskvinnuringurin á staðnum fingið nógva tíð tillutaða, har mong bindikonan hevur talt skeivt vegna upplesturin frá mammu. Sangur hevur heldur ikki verið fremmandur í barnaheiminum. Mamma hevur sungið fyrst í Toftakórinum og seinni í streingjakórinum.


Óansæð hvar mamma hevur virkað, hevur tað verið við stórum nærlagni og ábyrgdarkenslu. Hennara partur man ikki hava ligið eftir. Og tá tað kemur til missiónshús og kirkju, munnu mong tøkini vera tikin í Harrans urtagarði.


Vit børn eru frá fyrsta degi leidd í Guðs hús, lærd at fara til arbeiðis, so skjótt vit vóru ment, vísa ábyrgdarkenslu og virðing fyri fólki rundan um okkum. Mamma hevur eisini lært okkum at vera sjálvstøðug og roynt at hildið okkum til so skjótt sum ráðiligt hevur verið.


Mamma hevur verið ómetaliga røsk, hóast hon longu fyrst í sjeyti árunum fekk brek í ryggin. Bráða lyndið man eisini hava havt síni positivu árin á mongu gerningarnar í eru fingnir frá hondini. Pengarnir hava ongantíð verið nøkur yvirflóð, men ongantíð hevur vantað nakað hjá okkum børnum. Gamaní vóru ráðini ikki til nakað sum helst oyðsl, men tað vit ikki fingu í materiellum, fingu vit í stóran mun av hjálp, tonkum og kærleika. Sum fyrr nevnt hevur láturin mangan verið frammi síðani pápi doyði, og sigast kann, at mamma hevur verið rættiliga láturmild. Familjukær hevur hon verið, og umsorganin fyri okkum øllum er stór og eingin verður gloymdur. Ommu- og langommubørn eru spent, tá hon tekur taskuna fram. Har er nokk okkurt gott í væntu…!


Góða mamma, vit eru so hjartans takksom fyri, at tú er mamma okkara, og at tú enn er í millum okkum. Takk fyri alla umhugsan, bønir, tankar og allar góðar og hugnaligar løtur. Hjartaliga tillukku við hesum stóra degi. Vónandi verður lívskvøldið framhaldandi blítt.


Heilsan Børnini