Fjarlestrardepilin í Vági hevur virkað væl, síðani byrjanina fyri trimum árum síðani.
Fleiri hava nýtt depilin til at nema sær útbúgving, og eisini tey, sum eru útisetar í lestrarørindum, hava nýtt depilin, eittnu tá tey eu heima í jólafrí.
Nøkur skeið á Fróðskaparsetrinum verða bjóðaði út sum fjarlestur, eitt teirra er master skeið í lóg, sum m.a. Hanus Toftheyggj úr Hvalba tekur.
Hanus fylgir undirvísingin á Fjarlestrardeplinum í Vági, har útgerð er, sum samskiftir við útgerðina hjá Setrinum. Undirvíst verður tveir dagar um vikuna, fyri Hanus Toftheyggj merkir hetta, at hann sleppir undan at fara til Havnar til undirvísing í tveir tímar tveir dagar um vikuna og brúka tveir heilar dagar uppá tað.
Umframt at skipanin kann brúkast í smb. við fjarlestur, so ber eisini til at hava videofundir, og eru tað fleiri stovnar í Suðuroynni, sum brúka skipanina í hesum sambandi, veit sudurras.fo at siga.