Mattias fær harða kapping í Fredericia

Útisetar: Føroyski landsliðsmálverjin er ikki longur greitt fyrstaval í FC Fredericia

Mynd: Mattias H. Lamhauge í dysti fyri FC Fredericia

Tað er líkt til at føroyski landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge, fær harðari kapping í FC Fredericia í ár. Felagið hevur nevniliga gjørt sáttmála við 23 ára gamla Valdemar Birksø.

 

FC Fredericia hevur tvær ferðir leigað just Valdemar Birksø frá FC Midtjyllandi, men nú er sáttmálin bara millum Valdemar Birksø og FC Fredericia. Valdemar Birksø hevur verið skaddur í seinastuni og hevur tí verið í FC Midtjyllandi til endurvenjingar.

 

- Hetta er ein málverji, sum vit kenna væl. Hann er áhaldandi og íðin. Tað merkir at vit fáa ein spælara í hópin, sum kann geva nakað til mentanina, ið vit hava í felagnum, sigur venjarin, Michael Hansen.

 

Mattias H. Lamhauge fór eftir kappingarárið í fjør til FC Fredericia, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark.

 

Mynd: Mattias H. Lamhauge í dysti fyri FC Fredericia