Mattias fór av vøllinum við skaða

Landsliðsmálverjin stóð væl í málinum hjá Fredericia móti Sønderjyske, men mátti út við skaða móti dystarenda

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Fredericia spældu í kvøld dyst á útivølli móti oddaliðnum í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Sønderjyske.

 

Sønderjyske kundi við sigri tryggja sær uppflyting til superliguna, og tað vóru eisini møttir 6.555 áskoðarar til dystin.

 

Sønderjyske vann 2-1 og tryggjaði sær uppflyting, og í kvøld feira tey uppflytingina. 

 

Sønderjyske, ið var tað betra liðið í kvøld hevði 10 royndir innanfyri málrammurnar, men Mattias bjargaði átta av teimum, og hann fær toppkarakter fyri avrikið frá Fredericia Dagblad. 

 

Men tá bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini bleiv Mattias skaddur í einari álopsstøðu hjá Sønderjyske. Mattias hálvbjargaði einari roynd frá Søren Andreasen, men bleiv skaddur í støðuni, og so kundi Søren Andreasen lobba bóltin í málið til 2-1 til stóran fagnað fyri heimafjøldina. Mattias mátti av vøllinum, og í hansara stað kom Frederik Mehder.

 

Sønderjyske-FC Fredericia 2-1 (1-1)

 

1-0 Kristall Ingason (27.),

 

1-1 Sofus Berger (32.),

 

2-1 Søren Andreasen (83.)

 

Fredericia er nummar trý í ovara endaspælinum við 44 stigum. Teir eru tvey stig frammanfyri Vendsyssel FF.

 

Komandi dystur hjá Fredericia verður á heimavølli sunnudagin 12. mai. Talan verður um prestisjutunga grannauppgerð móti Kolding.