Í gár var finalan í tónleikakappingini, Stella Polaris, sum Musikkskúlin skipar fyri. Kappingin, sum varð fyriskeiåað á fyrsta sinni í ár, er fyri ungar klassiskar tónleikarar og 22 ára gamli pianisturin Mattias Kapnas vann kappingina.
Nummar tvey gjørdist guitarspælarin Alvi Joensen og nummar trý varð Heiðrun Petersen, violin. Marta Torkilsdóttir Johannesen, Birita Poulsen og Ernst Remmel fingu eitt deilt fjórða pláss.
Fyrsta virðislønin er á 25.000 krónur, onnur á 10.000 krónur og triðja virðislønin er á 5.000 krónur. Allir luttakarir, sum komu í finaluna findu virðisløn áljóðandi 2.000 krónur
Eisini vóru virðislønir lætnar í aldursbólkinum upp til 12 ár og í aldursbólkinum upp til 18 ár. Kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár vunnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel.
Vár Iversen Lindenskov varð nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár. Í alt 27 luttakarir vóru tilmeldaðir til Stella Polaris kappingina.
Umframt 25.000 krónur umfatar høvuðsvinningurin at vera boðin at taka lut sum solistur á eini konsert við Føroya Symfoniorkestri.
Í dómsnevndini vóru 5 limir: ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.