Matur og timburmenn

Ikki er tað serliga góður kostur til okkara røsku handverkarar, ið eg hugsi um í hesum føri…

Nei, ein av skuggasíðunum við at drekka alkohol, - ov nógv alkohol. Hundasjúkan dagin eftir! Finst matur, ið linnar um høvuðpínuna, at vilja spýggja, møðina, harðan hjartaslátt, skjálvti, sveittaherðindi og tað sum verri er?

Javnan frættist um ráð, ið kunna lætta um hundasjúku. Líka frá natron til sonu-terapi. Jú, tað ber til at binda um heilan fingur og drekka við máta ella als ikki, men um nú skaðin er hendur? Alkohol er eitur, ið likamið skal sleppa sær av við. Summir alkoholiskir drykkir eru verri enn aðrir. Vanligt er at siga, at teir myrku drykkirnir, so sum konjak, whisky, myrkt rom geva størri hundasjúku enn teir ljósu drykkirnir so sum vodka og gin. Her snýr tað seg um onnur evnir enn alkoholið, ið eru eitrandi.

Fakkunnleikin sigur at vit skula drekka nógv vatn. Áðrenn, meðan og aftaná býtúrin. Høvuðpínu-tablettir og svøvnur afturat. Tað er ráð, ið veruliga hjálpa.

Men so er tað at svongdin kemur sníkjandi so líðandi. Og oftani er tað feitt og salt, ið likamið ella kanska heilin skríggjar eftir. Tað er ein sannroynd, at grill-barrirnar hava úr at gera sunnukvøld. Hetta staðfesti eg sjálvur seinasta sunnukvøld, har eg í illveðursmyrkrinum leitaði eg mær út í skuggasíðuni av føroyskari matmentan: fastfood, junkfood, grill, skundverðar. Ríkið har burgarin, kipsið og pitsan sum annar Dark Knight ráðar fyri borgum.

Eg skal siga beinanvegin, at eg hitti ikki annað enn blíð og brosandi ungfólk á hesum matstovum, ið bara ynsktu at veita eina góða og professionella tænastu samsvarandi sínum arbeiðsplássi. Og tað gjørdi tey øll til lítar! Súsanna, Sunhee, Heri, Katrin, Jórun, Bogi og Árni á Burger King. Ebba, Mona og Helena á City Grill. Og so Louis, Aleksandra og Beinta á Pizza 67.

Vit vita øll somul at grillmatur ikki telist millum mest heilsugóðu føðsluna. Tað er heldur ikki tí, at slíkar matstovur lata upp. Har er ein eftirspurningur eftir grillmati. Orsøkirnar eru fleiri. Soleiðis er tað! Kanska telist hundasjúkan og ómakaleysi skundverðin sunnudagar uppí hesum orsøkum.

Nú var tað ikki undirritaði, ið hevði verið á ”deyðsrutuni” í náttarlívinum í Havn seinasta leygarkvøld, men kvøldið eftir hevði eg leitað fram eitt ”smakki-panel” av sjálvbodnum ”royndarkaninum” við hundasjúku. Hesi ynsktu at vera ónevnd, men tey sluppu kortini at kjósa ”føroya besta óofficiella mat ímóti hundasjúku”.

Kandidatarnir vóru fýra í tali:


•    Tann modernaði: Pizza 67: Hin fryntligi Ingi gav sær góða tíð at hugsa, tá ið eg spurdi um eina góða pitsu fyri hundasjúku. Aleksandra var skjót at koma uppí. Meat Feast, nummar 20, var heilt greitt rætta valið, helt hon. Ostur, sós, peperoni, skinka, oksakjøt, bacon og høsnarungi omaná. Ordans kjøt-ball. Eg fylgdi ráðunum.


•    Klassikarin: City Grill: Her stóðu longu meira ella minni kend fólk og bíløgdu búffar og burgarar. Eg skal ikki nevna nøvn her. Men hin blíða Helena, ið veitti mær góða tænastu kundi greiða frá, at Cheese-burgarin var sera væl umtóktur sunnukvøld og harafturat kips við salt, soyu og eddiku. Ein Jolly afturvið. So eg gjørdi.


•    Tann kosmopolitiski: Burger King: Have It Your Way, siga tey her. Røðin av bilum við Drive-thru var øgilig. Sunhee kundi beinanvegin sláa fast, at sunnukvøld bíløgdu mannfólkini Big King XXL og konufólkini Crispy Chicken. Og altíð Go Large. Tann stóra máltíðin. Eg bílegði eftir tilmælinum ein Big King XXL Go Large við Coca Cola.


•    Old-school: turrur fiskur og javnari: Hesin kostur kenna nógv í eldra ættaliðinum ivaleyst. Sjálvur fekk eg ráðini frá einum pápabeiggja einaferð. Skuldi rigga so øgiliga fyri hundasjúku. Her mátti eg so fara í matvøru-handlar og leita. Fann ongan føroyskan turran fisk. Bara íslendskan. Ikki so, at tað bilar. Undraði meg bara hví eingin føroyskur turrur fiskur var at fáa.


Skoðsmálini frá royndarkaninunum vóru fullkomiliga persónlig, óvísindalig og fyri egnari rokning.

Sum væntað, var tað ”smag og behag”, ið ráddi. Summi svóru til Burger King-konseptið, meðan onnur hildu fast um góða gamla City har kipsini eru við salt, soja og eddiku. Og so var tað Meat Feast frá Pizza 67. Hon tók tey flestu á bóli. Hóskaði betur enn væntað til ein slíkan off-dag.

Men turri fiskurin og javnarin endaði kortini á odda sum fráleið. Veit ikki um tað var bjórin, ið við sínum javnara-eginleikum gjørdi munin. Men føroyska útgávan fekk so flest stig hjá teimum hundasjúku hendan dagin.