Føroyskt vatn og matur, ið er framleiddur í Føroyum, eru ikki líka nógv dálkað sum í øðrum londum.
Í 2012 vórðu kanningar gjørdar av perfluoreraðum evnum (PFAS) í føroyskum vatni og mati. Kanningarnar vísa, at PFAS er lágt í Føroyum, samanborið við onnur lond.
Samanumtikið varð funnið, at innihaldi av PFAS í føroysku sýnunum var lágt samanborið við samsvarandi úrslit, sum eru almannakunngjørd í øðrum londum, til dømis í sambandi við størri kanningar av PFAS í mati.
Bakstøðið fyri kanningarnar var, at granskarar og myndugleikar í øðrum londum hava víst, at ein týðandi kelda til PFAS í menniskjum er matur, so sum kjøt, mjólkarvørur, egg og matur úr sjónum. Eisini hava kanningar úr øðrum londum givið ábendingar um, at drekkivatn í nøkrum førum og á nøkrum støðum, kann vera týðandi kelda til PFAS í menniskjum.
PFAS evni flytast við luft, regni og við havstreymum. Tey verða seint niðurbrotin, og nøkur teirra upphópast í føðiketuni.
Kanningar hava áður verið gjørdar í Føroyum av PFAS í spillivatni, evju, sjógvi og botntilfari, umframt av livur frá seyði, grindahvali og fiski, sum toski, ulku, skrubbu og bleikju.