Framyvir mugu ferðafólk til Keypmannahavnar, Reykjavíkar, Bergen og aðrar rutur á norðurrutunum hjá Atlantic Airways rinda fyri mat og rúsdrekka. Tað verður nevniliga bara á longu rutunum til lond í Suðurevropa, at ferðafólk hjá Atlantic Airways framyvir fáa ókeypis mat og rúsdrekka umborð á flogførunum.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur at tað er ein beinleiðis avleiðing av, at flogfelagið lækkar ferðaseðlaprísirnar.
- Lækkingin í ferðaseðlaprísunum kostar okkum 17 milliónir krónur. Tað verður fíggjað partvíst við, at vit broyta matarskipanina umborð, umframt at oljan er vorðin bíligari og at vit hava roknað við einum vøkstri í ferðafólkatalinum.
Tað merkir, at framyvir mugu ferðafólk rinda fyri lættar máltíðir, øl, vín og sterkar drykkir.
Tað verður tó framhaldandi ókeypis at njóta ein góðan kaffi- ella temunn. Harumframt verður vatn, juice, sodavatn og aðrir leskidrykkir enn ókeypis
Broytingin í matarskránni verður sett í gildi 1. september.

Maturin og rúsdrekka ofrað





