Mazda 6 ? familjubilur í heilt nýggjum stíli

Mazda bilverksmiðjan er farin ordiliga til verka, nú teir komu við einum avloysara fyri Mazda 626. Tað er ikki einans navnið sum er nýtt. Mazda 6 hevur heilt skift stíl bæði uttan og innan. Bilurin er nú ein tann størsti í miðalklassanum

Mazda 626, ið vit kenna sum ein álítandi og slitsterkan bil, verður nú avloystur av Mazda 6, ið er ein heilt nýggjur bilur. Bilurin hevur elegant design og koyrieginleikar, sum eru fult á hædd við evropeisku kappingarneytarnar. Mazda 6 er 7,5 cm longri og hevur 6,5 longri aksilfrástøðu enn forgangarin, og er nú ein tann størsti bilurin í miðalklassanum. Kabinan er vorðin meira innbjóðandi og sportlig í ljósum litum og alu-look á instrumentborðinum. Sama er galdandi fyri koyrieginleikarnar, har ein nýggjur undirvognur ger at bilurin hevur meira sportligar koyrieginleikar. Bilurin fæst í útgávunum Comfort, Touring og Sport.
Aluminium motorar
Bensinmotorarnir eru eisini nýggir. Teir eru gjørdir úr aluminium. Ein 1.8 litur við 120 hk, ein 2.0 litur við 141 hk og ein 2.3 litur við 166 hk.
Mazda 6 verður gjørdur sum sedan, hatchback og stationcar. Á trygdarøkinum eru stór framstig, sum til dømis "anti-piskesmæld" setur og airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Bilurin hevur eisini nógva innbygda trygd. Mazda 6 hevur nógva útgerð sum standard, sum t.d. aircondition, el-síðurútar framman, el-síðuspegl og rattið kann stillast allar vegir. Eisini fæst hann við fartpiloti, leðurrætti, hita í setrunum og DSC, sum elektroniskt ansar eftir at bilurin ikki glíður út í svingum. Í fyrstu atløgu er Mazda komin sum sedan og hatchback. Mazda 6 hevur longu fingið góð skotsmál. Hann bleiv nummar tvey, tá danskir motorjournalistar valdu "árets bil i Danmark 2003" og nummar eitt í eini test hjá Bil Magasinet, har teir samanlíknaðu bilin við aðrar kappingarneytar. Vit frættu júst nú at hann bleiv ársins bilur í Nýsælandi.

Mazda 6 1.8 sedan
Motorurin: 1.8 litur 4 syl og 120 hk
0-100 km/t: 10,7 sek.
Bensinnýtsla: 12,0 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd: 195/65-15
Stødd og vekt:
Longd468,0 cm
Breidd178,0 cm
Hædd143,5 cm
Eginvekt1250 kg
Totalvekt1850 kg
Viðførisrúm500 litrar

Prísur:kr. 198.700,- (1.8 sedan Comfort)
Søluumboð: Berg Motors, Staravegur, FO-100 Tórshavn, Telefon 313535