Mazda2 og Peugeot 407

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Mazda2 Sport og Peugeot 407 V6 diesel. Annar ein sportligur hatchback og hin ein luksus sedan

Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 26. mars vóru Mazda2 Sport við 1,5 litra bensinmotori við 103 hk og Peugeot 407 við 2,7 litra V6 HDI dieselmotori við 204 hk.


Mazda2 1,5 Sport


Fyrri bilurin var nýggi Mazda2, ið er designaður í sama væl umtókta »zoom-zoom« stílinum, sum byrjaði við Mazda6 í 2002, og síðan komu t.d. Mazda3, Mazda5 og CX-7 í sama stíli. Mazda2 er nú kosin World Car of the Year 2008, eftir at hann eisini er kosin ársins bilur í Danmark og nógvum øðrum londum kring um í heiminum.


Talan er um ein eitt nýtt konsept við løttum, tryggum og umhvørvisvinarligum bilum, sum eru ein uppliving at koyra. Mazda2 Sport er ein sportligur hatchback við 5 hurðum, sum er designaður og framleiddur hjá Mazda í Hiroshima.


Umframt hendan 1,5 litra bensinmotorin fæst Mazda2 eisini við 1,3 litra bensinmotorum við ávikavist 75 og 86 hk. Mazda2 Sport, sum varð royndarkoyrdur, kostar kr. 194.000. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við 162.000 krónum.


Peugeot 407 HDI V6


Seinni bilurin var ein sera væl útgjørdur Peugeot 407 við V6 dieselmotori og tiptronic automatgirum. Peugeot 407 er ein rúmligur sedan við nógvari nýhugsan og smartum designi. Undirvognurin, róðurgreiðir og upphangini framman og aftan eru sera framkomin við t.d. multilink bakakslum, ið geva trygd og koyrieginleikar í serklassa.


Bilurin sum var royndarkoyrdur var tann fínasti Peugeot 407 við 2,7 litra HDI dieselmotori 204 hk og botntrekki upp á 440 Nm við 1.900 snún/min. Bilurin kostar í grundútgávuni 403.000 krónur, men hesin hevði eisini aðra útgerð sum t.d. setur við leðurkanti, parkeringshjálpara og Bluetooth handfree sett. So tilsamans kostar hann um 425.000 krónur.


Bilurin kann síggjast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við 250.000 krónum.