Mazda2 -ársins bilur 2008

Talan er um eitt heilt nýtt konsept. Mazda2 er ein lættur, tryggur og umhvørvisvinarligur bilur, sum eru ein uppliving at koyra.

Tað er ikki uttan orsøk, at Mazda 2 er kosin World Car of the Year 2008 av motorjournalistar úr øllum heiminum.


Motorjournalistarnir eru samdir um, at Mazda við hesum bilunum skrivaðu søgu.  Mazda konstruktørarnir settu sær tí fyri at gera ein lættari bil, og tað hevur eydnast teimum at gera Mazda2 millum 100 og 200 kg lættari enn kappingarneytarnir. Hetta fyri at gera bilin meira orkusparandi, umhvørvisvinarligan og lættan at umgangast í ferðsluni.


Hvat koyrieginleikum viðvíkur virkar Mazda2 sum ein størri bilur at koyra. Hann hevur gott vegfesti og er fullkomiliga tryggur at koyra undir øllum koyriumstøðum.


Mazda2 fæst í útgávunum: Go, Advance, Advance+ og Sport, og við tveimum 1,3 litra motorum við ávikavist 75 og 86 hk og einum 1,5-litra motori við 103 hk.


Prísirnir byrja við kr. 158.000.