Tíggju smágentur í aldrinum 13-14 ár hjá MB, fara í døgunum 26. 30.juni til Onglands, til Watford, beint uttanfyri London at vitja fótbóltsfelagið Garston Ladies. Við í ferðalagnum eru venjarin, Maria Frederiksen og eitt foreldur, Rosely Reynstind.
Har eru tær bodnar at venja saman við bretsku gentunum, umframt at stundir verða at gera útferðir til m.a. London C, og hugna sær við at og fara til bovling og til felagsdøgurða. Á ferðini skal MB leika tveir dystir móti vertunum.
Ferðin er komin í lag, við at genturnar vendu sær til F.A., Bretska fótbóltssambandið, sum hevur sett smágenturnar í samband við Garston Ladies, og eru tær sera spentar um hesa forkunnuga føroysku vitjanina.
Alt kostar í dag og genturnar hava sjálvar síðani februar mánað spart og savna saman, um 55.000 kr. gjøgnum stuðlar, ein famljudag, savna fløskur, stuðulsrenning og servera til veitslur o.t.
Seinni í summar fer dreingjaliðið SÍ/MB niður á altjóða kapping, ið nevnist Football Festival i Aarhus í døgunum 24.-31.juli.