Hóast vánaligt veður og kavarok komu komu nógv fólk til móttøkuna í samband við at MBM vóru fluttir inn í nýggjan høvuðsbygning í Hoyvík, og at 25 ár liðin síðan MBM byrjaði framleiðslu sína. Nógvar gávur, blómur og góðynski komu í sambandi við móttøkuna.
MBM er eitt lutafelag, sum varð stovnað tann 25. oktober 1977 undir navninum Mjólkarvirki Búnaðarmanna. Navnið varð síðan broytt til Meginfelag Búnaðarmanna, stytt MBM.
MBM var eina tíð í fýra deildum: tveimum framleiðsludeildum og tveimum innkeyps-, sølu- og tænastudeildum. Harafturat kemur leiðsla og marknaðarføring.
Mjólkarframleiðarar eru lutaeigarar í felagnum, men hóast felagið er lutafelag, er tað rikið sum eitt partafelag. Munurin er helst eigaraviðurskiftini, at bert mjólkarframleiðarar kunnu eiga lut/part í felagnum og tá eftir mjólkarnøgd/kvotu.
Mjólkarvirkið
Mjólkarvirkið í Hoyvík var byrjanarskotið til Meginfelag Búnaðarmanna. Tað fór undir at framleiða tann 1. apríl 1980. Mjólk, sum dagliga verður framleidd, fer til drekkimjólk og til ymiskar mjólkarúrdráttir. Síðan Mjólkarvirkið byrjaði, er úrvalið vaksið nógv og veksur alsamt.
Í 1997 varð ein útbygging gjørd, sum tvífaldaði gólvvíddina og framleiðsluorkuna.
Í byrjan av 90 árunum var málsetningurin við sjálvbjargni við drekkimjólk náddur. Hetta førdi við sær, at neyðugt var at áseta framleiðslukvotur, soleiðis at framleiðsla, søla og nýtsla kom at samsvara.
Mjólkarvirkið verður dagført so hvørt við atliti at vørumenning, eins og á teknisku síðuni. Virkið er ISO 9001:2000 góðkent og hevur egna starvsstovu sum kannar mjólkina ? rávøru sum framleiðsluvørur fyri bakteriologiska og innihaldsliga góðsku, antibiotika v.m. og fremur eitt sera strangt innaneftirlit.
MBM-Fóður
Í 1987 fór MBM undir at keypa og selja kraftfóður, handilstøð o.a. til landbúnaðin. MBM-Fóður hevði leingi heimstað á bryggjuni í Kollafirði, men eisini var fóðursøla á Mjólkarvirkinum í Hoyvík og hjá ymiskum umboðum kring landið. Eisini var og er handlað við amboðum og útgerð til húsdjórahald.
Í januar 2003 brendi fóðurbygningurin í Kollafirði í grund og eftir brunan húsaðist deildin á Búnaðardeplinum í Kollafirði í tvey ár.
MBM-Kjøt
1. januar 1997 varð MBM-Kjøt sett á stovn. MBM keypti eitt flakavirki í Hósvík, sum varð umbygt til sláturvirki. MBM-Kjøt hevði til endamáls at fletta neyt frá bóndum, flokka, viðgera og selja, - harumframt at flyta inn og virka kjøt, tá ið tørvur var á tí. Í 1999 varð deildin útbygd til at góðska og pakka kjøtvørur til handlar. Sølu- og útbýtissamvinna var við PM Heilsølu.
Orsakað av harðari kapping við innfluttar vørur, umframt at virkið bert fekk um 50 prosent av føroysku neytunum at fletta, gekk ikki sum ætlað. Deildin varð tí niðurløgd í januar 2003 og bygningurin seldur.
Sølu og tænustudeildin
Í 1994 fór Sølu og tænustudeildin til verka. Deildin hevur til endamáls at reka verkstað, veita tænastu og hava eftirlit við mjólkarútbúnaði og keypi og sølu av maskinum og nýtsluvørum til landbúnaðin. Ein partur av arbeiðinum hjá deildini er at umvæla innanvirkis, bilar og tól. Deildin hevur heimstað á Búnaðardeplinum í Kollafirði.
Tá ið fóðurbygningurin brendi, varð farið undir fyrireikingar til nýbygging við Mjólkarvirkið í Hoyvík og at savna fyritøkuna á einum stað. Bygt varð hús í trimum hæddum, har tann fyrsta hæddin er fóðurgoymsla, onnur hæddin móttøka, handil og søludeild, og í ovastu hædd teknisk goymsla, skrivstovur og umsiting.
Samstundis vóru Fóðurdeild og Søla & Tænasta løgd saman í eina deild undir navninum MBM- Búrøkt, og sostatt hevur felagið í dag tvær deildir - Framleiðsludeild og Søludeild. Í 2004 lá søluinntøkan hjá MBM um 100 mió. kr. Mjólkarvirkið tók í 2004 ímóti 7589 tonsum av mjólk frá 57 mjólkarframleiðarum.
Aðalfundurin
Friggjadagin 11. mars 2005 var eisini aðalfundur hjá Meginfelag Búnaðarmanna. Hesaferð var aðalfundurin hildin á Hotel Føroyum, og vóru umleið 80 fólk á aðalfundi. Roknskapur fyri árið 2004 vísti kr. 2,75 mió. í avlopi eftir rentur og avskrivingar.
Nevndin í dag sær soleiðis út: Poul Klementsen, Sandur, formaður,
Niels Absalonsen, Viðareiði, næstformaður, Rólvur Djurhuus, Kollafjørður, Jákup Pauli í Eyðansstovu, Sandavágur, og Jógvan Eidesgaard, Eiði.
Stjóri er Eirikur Thorvaldsson, Vestmanna. Eirikur, ið er íslendingur, kom til Føroya sum konsulentur hjá MBM í 1978, og hann hevur verið stjóri øll árini.